Nakað av ivamálið hevur verið um fyrsta dystin í 4. umfari í Betrideildini vegna vánalig veðurlíkindi.
Skála hevur fyrrapartin tikið avleiðingina av tí og flutt heimadystin mót KÍ tveir tímar.
- Av tí at veðurlíkindini síggja út til at batna út á kvøldið, er avgjørt at flyta Betri menn dystin millum Skála ÍF og KÍ til kl. 19 í kvøld, skrivar Skála ÍF
Uppgerðin skuldi upprunaliga byrja klokkan 17.
Sí eisini: Lagt verður longu til brots aftur leygardagin
Dysturin millum B36 og 07 Vestur í morgin er eisini framskundaður ein tíma.
Skráin fyri umfarið (Mynd: FSF)
Støðan eftir trý umfør:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. 07 Vestur 6 stig
6. NSÍ 3 stig
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Dysturin í 1. deild millum TB og FC Hoyvík er fluttur til í morgin vegna veður:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald