Sunnudagin 14. apríl var 5. umfar í Betri- Deildini hjá monnum, og tá skuldi Víkingur taka ímóti B36 í Norðagøtu. Men dómarinir hildu, at talan var um ov nógvan vind at spæla í, og tí varð dysturin útsettur.
Tað varð avgjørt, at dysturin skuldi verða flaggdagin 25. apríl, men nú er dysturin aftur fluttur, soleiðis at hann verður 26. apríl. Tað skrivar fótbóltssambandið á heimasíðuni hjá sær.
- Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur endurskoðað hesa avgerð, og við atlitið til hvíltið og eina tætta dystarskrá, er nú avgjørt, at landskappingardysturin millum Víking og B36 verður spældur fríggjadagin 26. apríl, skrivar fótbóltssambandið millum annað á heimasíðuni.
Men broytingin hevur við sær, at dystirnir NSÍ – B36 og AB – Víkingur, sum upprunaliga skuldu verða sunnudagin 28. apríl, og vórðu fluttir til 29. apríl, ikki verða spældir fyrr enn týsdagin 30. apríl.
Mánadagin 22. apríl (Løgmanssteypið / Fjórðingsfinalur)
Víkingur – B68
HB – B71
Skála – TB
B36 – KÍ
Fríggjadagin 26. apríl (Betri Deildin / 5. umfar)
Víkingur – B36
Sunnudagin 28. apríl (Betri Deildin / 7. umfar)
HB – Skála
KÍ – TB
Mánadagin 29. apríl (Betri Deildin / 7. umfar)
EB/Streymur – ÍF
Týsdagin 30. apríl (Betri Deildin / 7. umfar)
NSÍ – B36
AB – Víkingur
Mikudagin 1. mai (U21)
NSÍ – AB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald