Fótbóltur

Dysturin millum lógkøn og hálshvít

27. juni verður serligur dystur í Gundadali. Tá bresta prestar og løgtingsfólk saman í fótbóltsdysti.

(Mynd: Trubodin.fo)

(Mynd: Trubodin.fo)

2022-07-22 14:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dysturin millum lógkøn og hálshvít, verður hann kallaður.

Prestarnir á “Kirkjuliðnum” vandu í Nesvík í gjár. 

Lagið var gott tá tey møttu, summi úr høvuðsstaðnum, onnur úr eystri og vestri. Byrjað varð við morgunmati og taktikfundi, skrivar Trúboðin, sum var við til venjingina.

Trúboðin skilti, at dentur varð lagdur á, hvussu Kirkjuliðið best kundi steðga teimum báðum Jóhannisi og Djóna Joensen, sum báðir hava landsliðsroyndir og hvussu bólturin á bestan hátt kann lirkast framvið Christani í málinum.

Tá ið Nemus N. Djurhuus bríkslaði dystin av í fjør, stóð á jøvnum 3-3. Brotssparkskapping skuldi tí til fyri at avgera dystin, sum politikararnir at enda vunnu. Og hóast arbeiðsgevarin hjá prestunum talaði um náði og fyrigeving, so skiltist á øllum prestunum, at her verður einki við at venda hin vangan til. Prestarnir ætla sær at hevna tapið í fjør.

Tiltakið var væl eydnað í fjør og fitt av fólki møtti. Saman við ónevndum stuðlum, kundi tiltakið lata ungdómsverkætlanini hjá Bláa Krossi 35.000 krónur.

Hesaferð verður stuðulin latin Beranum. 

Trúboðin heldur, at evropadystir og Betrideilidin eru lítil í mun til hetta.  Ímyndið tykkum: Steintóra Erhardsdóttir, sum vísir Djóna N. Joensen hvar skápið skal standa, Maria Summers, sum skumpar Bárð á Steig Nielsen til viks og Jákup E. Petersen sum takklar Ruth Vang. Tað kann sjálvandi eisini verða øvugt, men fólkið í Nesvík heldur við prestunum, ella Kirkjuliðnum, sum teir kalla seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder