Tað er í morgin, at fyrsta FM-finalan millum H71 og Neistan verður leikt. Í dag er tað 3. plássi, ið er uppá spæl í Vestmanna, og KÍF og Team Klaksvík dystast um 10.000 krónur í Klaksvík:
Leygardagin 30. mars:
Kl. 16.00 (bronsudystur): VÍF – Kyndil
Kl.19.00 (niðara endaspæl): Team Klaksvík - KÍF
Bæði vestmenningar og kyndilsmenn eru vónbrotnir eftir triðju hálvfinalurnar mikukvøldið; í kvøld er klassikarin millum liðini um troystarviðurslønina.
Team Klaksvík hevur vunnið báðar dystirnar í niðara endaspælinum(báðar á útivølli), og við sigri í kvøld tryggja klaksvíkingar sær fyrsta plássið og peningaupphædd. Um KÍF basa klaksvíkingum leggur liðið seg á odda, áðrenn Team Klaksvík og StÍF spæla seiansta dystin næsta vikuskifti.
Hondbóltur
Dysturin um bronsuna og dysturin um 10.000 krónur á skránni í dag
VÍF og Kyndil dystast um bronsuna í Vestmanna, og í Klaksvík er avgerandi uppgerð í niðara endaspælinum.
Kyndil megnaði akkurat ikki at røkka FM-finalunum eftir dramatiskar grannauppgerðir (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-03-30 12:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald