Fótbóltur

Dysturin útsettur til í annaðkvøld

Tað verður eingin dystur millum KÍ og Bodø/Glimt í kvøld. Avgerð er tikin um, at útseta hann til í annaðkvøld.

Soleiðis sær út í Vágum fyrrapartin (Mynd: Fae.fo)

Soleiðis sær út í Vágum fyrrapartin (Mynd: Fae.fo)

2022-07-12 11:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið trupult hjá Bodø/Glimt ferðalagnum at koma til Føroya, og nú er dysturin, sum eftir ætlan skuldi spælast klokkan 19 í kvøld, útsettur.

Ætlanin hjá Bodø/Glimt var at koma í gjár, men mjørkin í Vágum argaði. Síðani var ætlanin at koma í morgun, men enn eru norsku meistararnir ikki farnir úr Bodø.

Klokkan 11 var fundur í millum UEFA, Bodø/Glimt og KÍ har ein felags avgerð var tikin um, at spæla dystin við Djúpumýru mikukvøldið kl. 18, boðar KÍ frá.

----

Agnar Prestá, hjálparvenjari, rósti KÍ-leikarunum eftir 3-0 tapið móti Bodø/Glimt fyri lítlari viku síðani:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder