Fótbóltur

EB/Streymur basti B68 og er fyribils leyst frá botninum

Heimaliðið skoraði bæði málini í lykladystinum fyri steðgin, og B68 er í trupulleikum. KÍ vann tepurt á TB.

Andras Olsen legði EB/Streym á odda, og miðverjin var sannførandi í stinna verjupartinum hjá heimaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andras Olsen legði EB/Streym á odda, og miðverjin var sannførandi í stinna verjupartinum hjá heimaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-10 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 13. umfari í Betrideildini byrjaðu klokkan 17. Annar var millum topp og botn, og ein annar var millum tvey lið, sum vóru stutt omanfyri strikuna, áðrenn umfarið.

Tað var EB/Streymur, sum kom best frá dystinum í Hólmanum, hóast B68 hevði bóltin væl meira. Heimaliðið var tó væl skipað, arbeiddi gróthart og skoraði tvær ferðir fyri steðgin. Vælleikandi liðskiparin Andras Olsen stútaði bóltin í málið eftir horna, og Rógvi Egilstoft skoraði til 2-0 eftir vælsspælt innlegg og flatt innlegg frá Berguri Poulsen.

B68 megnaði ikki at svara eftir og kom ikki til so nógvar møguleikar í seinna hálvleiki. Størsta møguleikan hevði heimaliðið, tá Rógvi varð spældur fríur, men beinið hjá Benjamin Schubert vardi fyri tí. Tað broytir tó ikki, at liðið hjá Jákupi á Borg bert er tvey stig frá niðurflytingarstrikuni, nú nærum helmingurin at kappingarárinum nærum er farin afturum. EB/Streymur hevur nú 13 stig og hevur fýra stig niður - harvið var sigurin hjá Sigfríði Clementsen og hansara monnum ógvuliga kærkomin. 

[object Object]
Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraði nøkur mál sum blaðungur í 2018. Síðani hevur hann verið skaddur ta mesta av tíðini (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vann fyri fimtu ferð í ár við einum máli á heimavølli - fyri fjórðu ferð var tað móti liðið úr niðaru hálvu. Einasta málið í dystinum kom longu í 9. minutti. René Shaki Joensen sendi eina góða langa sending út í høgru til Óla Eyðsteinsson Poulsen. 22-ára gamli klaksvíkingurin setti bakkin av og smekkaði bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson í TB-málinum. Fyrsta málið hjá skaðaplágaða miðvallaranum í Betrideildini í fýra og eitt hálvt ár.

TB hugsavnaði seg um at verja, og liðið hjá Tummasi Erling Djurhuus var væl skipað og helt íhvussu er KÍ frá at hava eina rúgvu av málmøguleikum - hetta var nakað heilt annað enn 7-1 í fyrsta umfarið. Heimaliðið var millum annað skøddu Páll Klettskarð og Mads Boe fyriuttan, Árni Frederiksberg byrjaði á bonkinum, og har manglaði broddur í álopsspælinum. Sigurin kom tó ongantíð veruliga í vanda, og KÍ hevur framvegis fult stigatal, nú oddaliðið hevur spælt beint yvir helmingin av dystunum.

Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Í dag, leygardagin 9. juni

EB/Streymur - B68 2-0 (2-0)
18' Andras Olsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-0
31' Rógvi Egilstoft (Bergur Poulsen)
 
KÍ - TB 1-0 (1-0)
9'Óli Eyðsteinsson Poulsen (René Shaki Joensen)

18.00: 
HB - B36 (1-0)

07 Vestur - Víkingur 3-2 (2-1)
21' Sølvi Vatnhamar (Geza Turi) 0-1
43' Magnus Holm Jacobsen br. 1-1
45 (+3)'  Magnus Holm Jacobsen br. 1-2
61' Finnur Justinussen (Sølvi Vatnhamar) 2-2
72' Oddur Petersen 3-2

Les eisini: Nú hevur 07 Vestur bert tvey stig upp til Víking og 4. plássið


Í morgin, sunnudagin 11. juni
15.00: AB - ÍF


Stigatalvan

1. KÍ 42 stig (14 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (14 dystir)
5. 07 Vestur 19 stig (13 dystir)
6. EB/Streymur 13 stig (13 dystir)
7. B68 11 stig (13 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (13 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder