Fótbóltur

Nú hevur 07 Vestur bert tvey stig upp til Víking og 4. plássið

Heimaliðið fekk trý heldur margháttilig mál - serliga tað seinasta hjá Oddi Petersen, ið tó var ógvuliga flott. Tapið hjá Víkingi á Country Festivalinum kann gerast dýrt.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-10 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltslagið og festivalhýrurin eru framúr í Sørvági nú seinnapartin. Í fyrsta dystinum í 13. umfarinum í Betrideildini tók 07 Vestur enn eitt stórt fet í evropeiska stríðnum - hetta við at vinna á Víkingi í dýrdarveðrinum á Dungasandi, har heilt nógvir áskoðarar vóru til staðar.

Áðrenn dystin vóru fimm stig á muni millum liðini. Víkingur situr á tí 4. plássinum, ið kann geva atgongd til Conference League næsta ár. Heimaliðið fekk fyrsta veruliga málmøguleikan eftir fimm minuttir, tá Jasper van der Heyden royndi seg. Tað varð ikki umsett til mál, men belgiski kanturin var ein støðug hóttan fyri verjuna hjá Víkingi við sínari ferð, sínum dribblingum og beinleiðis spæli.

Í sjálvum spælinum var Víkingur annars omaná tað mesta av fyrra hálvleiki. Tað tók eina løtu at koma til upplagdar málmøguleikar, men beint sum farið var um tjugu minuttir kom Geza David Turi ímillum eina alvering til høgru á egnari hálvu og fór til stroks. Miðvallarin hevði gott pláss, og ein renning frá Martini Klein Joensen var við at skapa nógv pláss til Sølva Vatnahamar. Geza fann Sølva, og í brotsteignum til vinstru var leirvíkingurin ísakaldur, og rullaði bóltin ímillum beinini á Ara í Haraldstovu Petersen.

Víkingur tyktiskt at hava fínt tamarhald á støðuni, men vágamenn stríddust væl og stoyttu aftur. Tað vóru tvær støður, har bólturin kom í hondina á Víking-spælara í brotsteignum, ið góvu 07 Vestur tvey brotsspørk og tvey mál stutt fyri steðgin. Tað var ógvuliga tilvildarligt og heldur óheppið fyri Víking, men man fekk ikki avgreitt støðurnar nógv væl áðrenn, og 07 Vestur søktu tær.

Tað fyrra brotssparkið kom, eftir at Jóanis á Steig smekkaði til, og bólturin kom í armin á Jákupi Johansen. Dagfinn Forná dømdi tað seinna - í yvirtíðini - eftir eitt mótálop hjá heimaliðnum, og fyri at bólturin sprakk í armin á Atla Gregersen. Magnus Holm Jacobsen, ið aftur spældi væl á miðvøllinum, umsetti bæði ógvuliga trygt.

Víkingur hevði havt heilt stóran møguleika beint fyri steðgin og kom fyri seg eftir váta vøttin. Jóhan Petur Poulsen skifti Poul Kallsberg og Finnur Justinussen inn til seinna hálvleik. Tíggju minuttir seinni var Finnur nær við at javna, og tá ein tími var leiktur bragdaði hjá roynda áleyparanum, ið var tryggur mitt fyri málinum. Hetta var eftir, at Sølvi Vatnhamar onkursvegna kom ígjøgnum til vinstru í brotsteignum og fekk lagt yvirum.

Útiliðið fekk tó ikki nýtt hetta sum grundarlag at veruliga hótta og fáa sigursmálið, tí 07 Vestur tók yvir. Stutt eftir málið til 2-2 bjargaði Atli Gregersen á strikuni, eftir at Oddur Petersen stútaði eftir hornaspark. Ungi sørvingurin var fremsti maður í dag, nú Uros Stojanov var skaddur, og í 72. minutti trýsti hann Bárð á Reynatrøð, sum skuldi sparka út. Málverjin gjørdi heldur seint av, rakti áleyparan, bólturin stakk í luftuna, og Oddur gjørdi ikki mætari enn at saksa bóltin uppum Bárð. Hetta hegnisliga málið var ta triðja hjá honum í ár, og tað fekk uppaftur meira lív í mælsku fjøldina.

Hetta heldur løgna - men vakra málið - gjørdist avgerandi. Víkingur royndi at hótta, men nærri enn góða møguleikan hjá Sølva í 85. minutti kom liðið úr Eysturkommunu ikki. Miðaksin við millum annað Daniel Obbekjær og leirvíkinginum Dánial Pauli Lervig í miðverjuni og Høgna Egilstoft Nielsen á verjukenda miðvøllinum var stinnur.

07 Vestur hevur gjørt bart og við at basa víkingunum eru bert tvey stig upp til 4. plássið. Liðið hjá Micheal Schjønberg hevur eisini spælt ein dyst færri enn Víkingur og kann nú veruliga hyggja uppeftir. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur bert eitt stig fyri fýra teir seinastu dystirnar og kann aftur irða seg um millum annað misnýttar málmøguleikar.

Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Leygardagin 9. juni
07 Vestur - Víkingur 3-2 (2-1)
21' Sølvi Vatnhamar (Geza Turi) 0-1
43' Magnus Holm Jacobsen br. 1-1
45 (+3)'  Magnus Holm Jacobsen br. 1-2
61' Finnur Justinussenn (Sølvi Vatnhamar) 2-2
72' Oddur Petersen 3-2

Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (14 dystir)
5. 07 Vestur 19 stig (13 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

Topp-fýra feløgini hava spælt sínar dystir í 16. umfar vegna Evropa-luttøku í juli.


Tríggir dystir eru á skránni í kvøld - ein seinnapartin í morgin, sunnudagin. Sí alla skránna niðanfyri: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder