Undir ljósareyða og eyðkenda Bónus-grísinum, mitt á blusuni hjá EB/Streymi, sást í Gundadali í gjár ein øðrvísi lýsing – ein útlendsk lýsing.
Talan er um Coolbet, ið er ein fýra-ára gomul altjóða veddingarfyrtøku, sum hevur poker, casino og odds uppá ymsar dystir. Hon hevur loyvi í Svøríki, Estlandi og Malta, men hevur norskar eigarar. Tað er millum annað har, at áhugin fyri føroyskum fótbólti er komin, tí norska TV2 hevur rættindini til Betrideildina komandi tveir mánaðirnar:
- Coolbet setti seg í samband við okkum í vikuni og vísti á, at har var ein áhugi. Vit fóru síðani beinanvegin at arbeiða við at fáa avtaluna uppá pláss. Hetta eydnaðist hóskvøldið, har sáttmálin varð undirskrivaður.
Soleiðis greiðir Eyðstein Zachariasen, nevndarlimur hjá EB/Streymi, Portalinum frá. Hann stendur á odda fyri marknaðarføringini hjá felagnum.
Fríggjadagin fóru blusurnar til prent við Coolbet á, og fyritøkan skal eisini hava tjúgu metrar við Margáir til bandareklamur. Hetta verður til reiðar til heimadystin hjá EB/Streymi móti NSÍ sunnudagin.
Mynd: Jens Kr. Vang
Eyðstein sigur, at hetta var ein sera góður møguleiki– serliga í verandi støðu – og at hetta vísir, at møguleikar eru fyri føroysk feløg á økinum:
- Av tí at vit ikki fáa áskoðarainntøkur o.a í løtuni, hava vit tørv á pengum. Hetta hjálpir okkum væl, tað vísir at tað eru møguleikar fyri føroysk feløg, nú tá útlendski áhugin er so stórur. Tað vísir, at vit her í Føroyum eisini hava møguleikar at gera avtalur av hesum slag. Vit kunnu, um bara vit vilja tað nokk. Málið hevur allatíð verið at fingið útlendskan stuðul inn í føroyskan fótbólt, og tí eri eg sera fegin um, at hendan avtalan er eydnast.
Til ber ikki at fáa upplýst, hvussu stór avtalan er, men hon er sambært Eyðstein heilt góð. Bandareklamurnar í Streymnesi verða uppi alt árið. Lýsingin á blusuni verður í seks umfør. Sìðani fær Coolbet 22 heima- og útiblusir hjá EB/Streymi sendar til Svøríkis, har høvuðskontóri er, har tað verður marknaðarført fyri teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald