Fótbóltur

EB/Streymur heldur sær í Betrideildini

Hetta er greitt eftir 1-0 sigur á B36 og fýra sigrar seinastu fimm dystirnar. Stórur smeitur fyri B36 í stríðnum um 4. plássið - HB vann 1-0 á 07 Vestur.

Boubacar Dabo hevur skorað fýra mál seinastu umførini og hevur verið við í fleiri afturat. EB/Streymur hevur havt ein frálíkan seinasta triðing higartil (Mynd: EB/Streymur)

Boubacar Dabo hevur skorað fýra mál seinastu umførini og hevur verið við í fleiri afturat. EB/Streymur hevur havt ein frálíkan seinasta triðing higartil (Mynd: EB/Streymur)

2024-10-05 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 25. umfari í Betrideildini eru spældir í kvøld. Tað sum serliga stendur eftir, eftir dystirnar er, at EB/Streymur endaliga hevur tryggjað sær sæti í Betrideildini.

Talan gjørdist um fjórða sigurin seinastu fimm dystirnar. Tað er ikki stuttligt hjá mótsstøðuliðunum at koma til Margáir - hetta noyddist B36 at sanna í dag.

Verjuparturin hevur stóran part av árinum verið ein trupulleiki hjá B36. Men í dag var tað meira tað, at man ikki skoraði. EB/Streymur var Mikkjal Hellisá fyriuttan, men heimaliðið stóð væl ímóti - áðrenn og aftaná málið hjá Boubacar Dabo.

Júst Dabo er júst komin í gongd seinastu vikurnar. Í dag skoraði skjóti vongurin úr Senegal einsamalla málið í Streymnesi. Hetta var, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.

[object Object]
Bert Víkingur og KÍ hava staðið seg betri enn liðið hjá Sigfríði Clementsen seinastu sjey umførini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein ógvuliga umráðandi sigur fyri EB/Streym, sum nú hevur 25 stig. 15 teirra eru komin í seinasta triðingin, har liðið hjá Sigfríði Clementsen bert hevur tapt móti KÍ og Víkingi - tepurt í báðum førum.

Ógvliga flott hjá EB/Streymi, sum partvíst kann byrja at hyggja fram móti 2025. Eisini ógvuliga gott fyri NSÍ, sum heldur frástøðuna til B36. Lítið bendir á, at Magne Hoseth og hansara menn heinta fýra stig inn næstu tvey umførini. B36 spælir móti KÍ í fyrra umfarinum eftir landsliðssteðgin.

Sí eisini: Magne Hoseth heldur ikki fram í B36

Hin dysturin í kvøld hevði einki at siga og heilt fáar áskoðarar. Innskiftu Sammy Skytte og Áki Samuelsen syrgdi við máli, tá eitt korter var eftir, fyri, at HB vann 1-0 á 07 Vestur. Hetta var fyrsti dysturin hjá Áka í tveir mánaðir. 20-ára gamli toppskjúttin hjá HB, sum júst hevur longt sáttmálan við einum ári, hevur verið skaddur í fótinum.

25. umfar í Betrideildini
Í dag, leygardagin 04.10

HB - 07 Vestur 1-0 (0-0)
75' Sammy Skytte (Áki Samuelsen)

EB/Streymur - B36 1-0
41' Boubacar Sidik Dabo 1-0

Í gjár, fríggjadagin 03.10

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí eisini: 
Óbroytt støða í stríðnum um 8. plássi
Myndir: Javnleikur í illsliga veðrinum á Svangaskarði

Samrøður:
Venjararnir: - Var mest umráðandi ikki at tapa á Svangaskarði

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1 

Sí eisini: KÍ útsetti heilt stóru FM-veitsluna eitt sindur

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

Sí eisini:
Víkingur skúgvaði allan iva til viks
Myndir: Frøast um at FM nærkast

Samrøður:
Jákup Johansen: - Hetta er tí at man spælir fótbólt
Sølvi Vatnhamar: - Arbeiðshátturin ger hetta uppaftur stuttligari


Støðan: 
1. Víkingur 69 stig (+62) 
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig 
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig 
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 25 stig 
8. Skála 19 stig (-27)
------------------
9. B68 18 stig (-25)
10. ÍF 7 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder