Hann vil ikki heilt staðfesta, at tað er heima, men strandingurin og tvímálskjúttin var fegin, tá Portalurin fekk orðið á hann stutt eftir 5-0 sigurin á ÍF.
Jákup Johansen hevur spælt við júst ÍF og var nær við at vinna FM í Fuglafirði í 2012. Tekniskt steki vongurin við góða vinstra beininum fór aftur til barndómsfelagið Skála. Í 2020 kom hann til Víking - millum annað fyri at spæla um fín heiðursmerki.
Í 2022 vann Víkingur Løgmanssteypið - eftir sigurin í kvøld er Víkingur við yvir 99 prosent vissur føroyameistari 2024.
Sí eisini: Myndir: Frøast um at FM nærkast
Sí eisini: Víkingur skúgvaði allan iva til viks - bíða nú eftir steypinum
25. umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 03.10
Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0
Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort
KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1
Sí eisini: KÍ útsetti tí heilt stóru FM-veitsluna
Støðan í oddinum:
1. Víkingur 69 stig (+62)
2. KÍ 63 stig (+31)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald