Fótbóltur

Video: Var mest umráðandi ikki at tapa á Svangaskarði

Jákup á Borg og Pauli Poulsen tosaðu báðir um truplar umstøður, ein rótutan fótbóltsdyst og um hvussu teir sóu uppá síðstu uppgávurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-04 23:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt mál hvør og eitt stig hvør í nógva vindinum og regninum á Svangaskarði í kvøld.

Vit fingu orðið á høvuðsvenjararnar hjá bæði B68 og Skála, tá vit vóru komin inn í hitan í B68-húsinum.

Jákup á Borg var væl nøgdur um hugburðin hjá teimum á heimaliðnum men nakað vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna.

Pauli Poulsen helt lítið um spælið hjá B68 og hugdi til seinastu fram ímóti "stuttligu uppgávuni" móti NSÍ.

Skála er framvegis eitt stig framamnfyri B68 í stríðnum um at sleppa undan 9. plássi. Tað kann geva beinleiðis niðurflyting, men sum støðan er í 1. deild í løtuni , við tveimum næstbestu liðum í topp-trú, verður talan um upp- og niðurflytingardyst millum nummar 9 og nummar 4 í 1. deild síðst í mánaðinum.

Sí samrøðuna ovast.

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder