EB/Streymur misti í vetur millum annað Boga Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred, umframt Markus Hellisdal, og hevur harvið havt tørv á styrki til sentrala miðvøllin.
Í síðstu viku varð kunngjørt, at Rói Olsen og Emil Weihe Joensen høvdu skrivað undir sáttmála í Streymnesi, og á seinasta degi í flytingarvindeyganum gjørdist greitt, at ein danskur miðvallari verður lagdur afturat hópinum hjá EB/Streymi.
- Robert Marcus er 20 ára gamal og hevur longu 20 dystir í næstbestu donsku deildini, hóast sín unga aldur. Robert verður lýstur sum ein hart arbeiðandi og sterkur miðvallaleikari við stórum evnum.
Soleiðis skrivar EB/Streymur á síðu sínari, har FC Helsingør eisini fær eina tøkk. Hetta tí at Robert Marcus er leigaður úr danska felagnum.
Í fyrstu syftu er talan um eina avtalu, ið er galdandi til 30. juni. Hetta staðfestir FC Helsingør á heimasíðu sínari, har tað eisini verður gjørt greitt, at felagið hevur stórar vónir til Marcus.
Sum EB/Strymur skrivar, so hevur miðvallarin spælt nakað á besta liðnum hjá Helsingør. Samanlagt er talan um 28 dystir - í øllum kappingum - sambært Transfermarket.
Robert Marcus verður helst at síggja á vøllinum í Streymnesi, tá EB/Streymur tekur ímóti B68 sunnudagin klokkan 19. EB/Streymur tapti 3-0 á Skála í 1. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald