Fótbóltur

EB/Streymur hevur tryggjað sær sætið í deildini

Bergur Poulsen skoraði einsamalla málið í Trongisvági í dag - TB megnar ikki at skora mál, og hetta kann kosta.

Bergur Poulsen (nr.30) setti bóltin í málið við høvdinum tíðliga í dystinum. TB hevði møguleikar at javna, men øll trý stigini eru á veg norður um Suðuroyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm)

Bergur Poulsen (nr.30) setti bóltin í málið við høvdinum tíðliga í dystinum. TB hevði møguleikar at javna, men øll trý stigini eru á veg norður um Suðuroyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-01 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TB tók ímóti EB/Streymi í tí, sum sá ein lykladystur hjá tvøramonnum. Hetta var ein møguleiki at fara frá ÍF og AB. Samstundis var hetta ein møguleiki hjá útiliðnum at staðfesta, at man aftur skal spæla í Betrideildini í 2024.

EB/Streymur tók av. Longu í 5. minutti var 0-1. Stutt hornaspark varð tikið, síðani legði ungi eiðismaðurin Virgar Jónsson væl innfyri úr vinstru, og Bergur Poulsen stýrdi bóltinum víðari í málið. Annar dysturin á rað at 20-ára gamli leirvíkingurin stútaði bóltin í málið í samband við eitt hornaspark.

Nógvir nærdystir vóru í dystinum og eisini nógv kort. EB/Streymur hevði nakrar støður, har møguleiki var fyri at økja, men seinastu tjúgu minuttirnar trýsti TB av álvara og hevði fleiri stórar møguleikar.

Tað sást tó, at skerpni manglaði. Tann seinasta góðskan var ikki har hjá heimaliðnum, og hetta kostaði stig. TB hevur bert skorað trý mál í sínum níggju dystum eftir summarsteðgin - eftir tveir deyðbóltar og eitt mótálop. Vantandi mál kunnu kosta plássið í deildini. Næstu ferð kemur HB á vitjan - lykladysturin er í Fulgafirði í næstseinasta umfarinum.

Í summum førum í dag vóru EB/Streyma-spælararnir væl fyri. Tað var eingin ivi um, at liðið hjá Sigfríði Clementsen sá møguleikan at seta tjúkka striku undir, at man ikki skuldi vera í niðurflytingarstrikuna seinasta umfarinum. Í yvirtíðini kastaði Markus Hellisdal seg fyri skot hjá Markusi Thorberg, og so hendi ikki meira.

AB kann nú ikki fáa fatur á EB/Streymi og

24. umfar í Betrideildini

Í dag, sunnudagin 1. oktober

TB - EB/Streymur 0-1
5' Bergur Poulsen (Virgar Jónsson) 0-1 

KÍ - ÍF 5-0 (4-0)
6' Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg)
31' Árni Frederiksberg 2-0
40' Páll Andrasson Klettskarð (Hallur Hansson) 3-0
42' Árni Frederiksberg (Patrick Da Silva) 4-0
88' Jóhan Josephsen (Silas Gaard) 5-0

Víkingur - B36 6-0 (1-0)
22' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
49' Olaf Bárðarson 2-0
58' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 3-0
75' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 4-0
79' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 5-0
82' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 6-0

Sí eisini: 
Víkingur fullkomiliga eyðmýkti B36
Myndir: Víkingur - B36

Í gjár, leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

Sí uppstillingar og annað her

HB - B68 3-3 (2-2)
3' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Sí eisini: B68 gjørdi bart í Gundadali- AB í stórum trupulleikum

Støðan:

1. KÍ 65 stig (24 dystir)
2. B36 53 stig (24 dystir)
3. Víkingur 51 stig (24 dystir)
4. HB 49 stig (24 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 24 stig (24 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (24 dystir)
9. ÍF 15 stig (24 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder