EB/Streymur og KÍ eru samd um eina leiguavtalu, sum knýtir Símun Kalsø til EB/Streym komandi kappingarár.
Hetta skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari.
21 ári gamli klaksvíkingurin skal eftir ætlan styrkja um verjupartin hjá EB/Streymi. Símun kann spæla fleiri pláss í verjuni - serliga sum høgri bakkur og miðverji.
- Sterki verjuleikarin hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ, og hevur umframt bardómsfelagið eisini umboðað ÍF, sum hann var útleigaður til í seinni hálvu farna kappingarár. Símun hevur leikt 20 dystir í Betrideildini og 69 dystir í 1. deild, upplýsir EB/Streymur við tølum hjá FaroeSoccer.
Hann spældi serliga á høgra bakki í ÍF, har Símun Kalsø spældi tíggju dystir. Hann hevur spælt 13 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagið, og skal í EB/Streymi helst vera við at avloysa Berg Poulsen, sum er farin til B36.
Símun Kalsø í nærdysti sum ÍF-spælari. Hann spælir í verndarbrillum vegna ein skaða í eyga (Mynd: Sverri Egholm)
Nú verður Símun Kalsø fjórði spælarin, sum KÍ leigar út í vetur: Ari í Haraldsstovu Petersen er leigaður aftur til 07 Vestur, meðan Jóhan Josephsen og Jákup Norðoy Vilhelmsen spæla við B68 í fyrru hálvu í 2025. Síðstnevndi var í júst EB/Streymi sum leigusveinur seinnu hálvu av 2025.
Nýggi spælarin sigur við heimasíðina hjá EB/Streymi, at hann er spentur og uppsettur til nýggju avbjóðingina og at uppliva góða felagsskapin kring liðið. Venjarin Sigfríður Clementsen sigur soleiðis um Símun Kalsø:
- Símun hevur sína styrki í verjuspælinum. Hann kann bæði spæla í miðverjuni og á bakkinum. Hann er fysiskt sera væl fyri og gevur seg altíð 100 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald