Fótbóltur

EB/Streymur leigar úr NSÍ

Steffan Løkin skal spæla við Sundalagsmonnum komandi kappingarár.

Mynd: EB/Streymur

Mynd: EB/Streymur

2019-01-29 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við NSÍ, um at leiga 18 ára gamla áleyparin, Steffan Abrahamsson Løkin, í eitt ár.

-Steffan er ein ungur og sera evnaríkur áleypari. Steffan hevur enn sín fyrsta dyst í betrideildini til góðar, men hann hevur trena við okkum nú í eina tíð og hevur hann víst at hann heilt víst hevur evnini, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi um nýggja mannin.

Í fjør leikti hann við 1.deild og U21 liðnum hjá runavíkingum og skoraði 49 mál í 48 dystum. Hann var partur av U17 landsliðnum, ið spældi seg til EM endaspæli í 2017. Steffan hevur leikt 9 dystir fyri U17 landsliðið og 6 dystir fyri U1 landsliðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder