Fótbóltur

EB/Streymur og HB í finaluni

Tað vera EB/Streymur og HB, ið skulu spæla ársins finalu um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingini hjá U21.

(Mynd: Álvur Haraldsen)

(Mynd: Álvur Haraldsen)

2022-09-03 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Fríggjakvøldið 30. september verður finalan um Thomas Dam Intersport steypið, sum er steypakappingin hjá U21. Og í ár eru tað EB/Streymur og HB, sum hava vunnið sær rættin at spæla finaluna, eftir at tey í hálvfinalunum varpaðu AB og B36 úr kappingini.

HB tryggjaði sær finalusessin við at vinna 3-0 móti grannunum úr B36. Eftir málleysan fyrra hálvleik, legði Ási Dam HB á odda tríggir minuttir eftir steðgin. Og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin økti Leivur Fossdal Guttesen til 2-0, áðrenn Dánjal Reginsson lítla løtu seinni slerdi sigurin fastan.

Inni í Vika á Argjum mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn EB/Streymur stóð eftir sum vinnari.

Tá 90 minuttir vóru spældir, stóð á jøvnum 2-2. Málskjúttarnir hjá heimaliðnum vóru Gunnar Reynslág og Rói Christiansson Nielsen. Bæði málini hjá sundalagsmonnum gjørdi Hannus Esmarsson Eiðisgarð.

Tá so einki mál kom í umdystinum, bleiv neyðugt við brotssparkskapping, sum EB/Streymur vann 5-4.

Seinast HB vann steypakappingina hjá U21 var fyri trimum árum síðani, tá teir reyð-svørtu, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, vunnu samanlagt 5-3 móti Skála. Hinvegin, so skulu vit heilt aftur til 1993, tá EB/Streymur vann kappingina, sum tá kallaðist unglingadeildin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder