Fótbóltur

EB/Streymur sleit seg meira leyst við sannførandi sigri

AB sent heim við 4-1 tapi, har royndir spælarar hjá EB/Streymi slógu til frammanfyri málinum. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur nú sjey stig niður til strikuna.

Bogi Reinert-Petersen var tvífaldur málskjútti, tá EB/Streymrur avgjørdi alt fyri steðgin í Hólmanum. Fuglfirðingurin trívist væl sum framrættaður miðvallari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Reinert-Petersen var tvífaldur málskjútti, tá EB/Streymrur avgjørdi alt fyri steðgin í Hólmanum. Fuglfirðingurin trívist væl sum framrættaður miðvallari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-20 19:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað vikuskifti á rað hittust EB/Streymur og AB, og annað vikuskifti á rað vann EB/Streymur týdningarmiklan sigur, ið fekk liðið nakað longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.

Teir hjá Sigfríði Clementsen vístu skerpni í dag. Fóturin hjá Filipi Djordjevic hevur tað betri enn í fyrru hálvu, og fremsti maður hjá EB/Streymi sló til eftir bert sjey minuttir, tá bólturin endaði hjá honum. Filip legði eisini upp til tvey mál, og vísti annan dystin á rað sítt hegni og sínar dygdir í framrættaða spælinum.

Bogi Reinert Petersen er fluttur longur fram á vøllin, og royndi fuglfirðingurin var ísakaldur, tá Gutti Dahl-Olsen fann hann væl í AB-brotsteignum. 14 minuttir, 2-0 og tung mótbrekka hjá AB.

Næstu tjúgu minuttirnar kom útiliðið til nakrar góðar møguleikar, men skerpni manglaði, og Steven Van Dijk í EB/Streyma-málinum hevði aftur í dag nakrar góðar bjargingar. Verjuspælið hjá AB haltaði nakað, og í 34. minutti fann Filip Boga, ið lættliga kundi økja til 3-0.

[object Object]
Filip Djordjevic hevur á ymsan hátt verið ein fongur hjá EB/Streymi (Mynd: EB/Streymur)

Stutt fyri hálvleik sló ein annar royndur miðvallari, Dánjal Godtfred til við góðum málið, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. 

4-0 var ov nógv hjá AB at venda. Trupulleikarnir frá fyrr í ár, við at vera ov lætt at skora ímóti og viðvíkjandi trupulleikunum at skora, vóru aftur at síggja á Eiði. Undan hesum báðum dystunum móti AB hevði EB/Streymur skorað 12 mál - nú er tað talið 19. 

Tað er stigatalið hjá EB/Streymi eisini. AB fekk minkað um munin, men tað sær aftur tyngri út hjá botnliðnum. Símun Eliasen og Morten Overgaard skulu finna nýggjar loysnir. EB/Streymur er ikki leyst enn, men tað sær munandi ljósari út, enn tað gjørdi fyri níggju døgum síðani. Hetta er millum annað nógvum royndum, skerpni frammanfyri málinum og nýggjum málverja at takka.

19. umfar í Betrideildini hjá monnum

EB/Streymur - AB 4-1 (4-0)
8' Filip Djordjevic 1-0
14' Bogi Reinert-Petersen (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
34' Bogi Reinert-Petersen  (Filip Djordjevic) 3-0
43' Dánjal Godtfred (Filip Djordjevic) 4-0
64' Bartal Skaalum Petersen (Sam Pollard) 4-1

Í dag, sunnudagin 20. august
KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)
7' Janus Svabo Samuelsen (Mathias Voss) 0-1
30' René Shaki Joensen (Sivert Gussiås) 1-1

Víkingur - TB 1-0
80' Sølvi Vatnhamar, br 1-0

Reytt kort: Samudeen Musah (84')


Í gjár, leygardagin 19. august
HB - ÍF 3-1 (1-0)
33' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-0
77' Elvio Glemini 1-1
84' Adrian Justinussen 2-1
90' Adrian Justinussen 3-1

Í morgin, mánadagin 21. august
18.00: B36 - B68 

Støðan:

1. KÍ 49 stig (18 dystir)
2. HB 44 stig (19 dystir)
3. B36 40 stig (18 dystir)
4. Víkingur 36 stig (19 dystir)
5. 07 Vestur 30 stig (19 dystir)
6. EB/Streymur 19 stig (18 dystir)
7. TB 15 stig (19 dystir)
8. B68 14 stig (18 dystir)
9. ÍF 12 stig (19 dystir)
10. AB 10 stig (19 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder