Fótbóltur

EB/Streymur víðari eftir stórsigur á 07 Vestur

Ógvuliga sterkt avrik hjá EB/Streymi, sum skoraði fýra mál innan tjúgu leikminuttir kring steðgin - móti átta útlendskum spælarum. Á Svangaskarði sendi Villiam Emil Klein B68 víðari við dreymahøggi.

07 Vestur vann herfyri 4-2 á EB/Streymi í Sørvági, men kundi útiliðið avgjørt fingið stig, og í kvøld gekk tað upp í eina hægri eind í Streymnesi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 Vestur vann herfyri 4-2 á EB/Streymi í Sørvági, men kundi útiliðið avgjørt fingið stig, og í kvøld gekk tað upp í eina hægri eind í Streymnesi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-25 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 og EB/Streymur spældu hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið í fjør, og í dag hava bæði spælt seg víðari við sigrum á heimavølli - í heilt ymiskum dystum.

B68 fekk sín fyrsta kappingarsigur í ár, tá ÍF vitjaði. Hetta var fyrsti dystur hjá Jákup Martini Joensen sum høvuðsvenjara, og hansara lið sá rímiliga væl skipað út. Eftir tjúgu minuttir fekk Villiam Emil Klein tó heldur nógv pláss, tá hann rak inn frá vinstru. Havnarmaðurin kann veruliga høgga bóltar í netið, og skotið úr 25 metrum í dag fór sendandi í málhornið.

Eitt vakurt mál til at avgerða hesa uppgerðina, har tað annars vóru fáir upplagdir málmøguleikar. ÍF hótti nakað seinastu løtuna, men liðið hjá Jákupi á Borg er í fjórðingsfinaluni.

[object Object]
Villiam Emil Klein vísti seg væl fram við kanónskoti - hetta gjørdist avgerandi í áttandapartsfinaluni á Toftum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sigfríður Clementsen hevði venjarabann í dag, men høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi hevði sett sínar menn heilt væl og rætt upp til dystin móti 07 Vestur - hetta saman við Arnbirni Hansen sum stóð á odda við síðulinjuna í dag.

EB/Streymur var sannførandi, meðan 07 Vestur var tannleyst við átta útlendskum spælarum, har fleiri sambond (relatiónir) ikki sita enn. Unga heimaliðið gjørdu bart hvør sínumegin steðgin, har Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen og Suni Hermann Petersen - allir 21 og yngri og tilgongdir í vetur - slóu til við at vera ísakaldir í brotsteignum. Filip Djordjevic skoraði til 4-0 í 62. minutti, og so varð heilt avgjørt.

Flottur dystur hjá EB/Streymi sum hevur havt nógv sterk avrik seinastu vikurnar. Seinastu løtuna varð sigurin veruliga staðfestur: Jóannes Davidsen bjargaði brotssparki frá innskifta Oddi Petersen, og tríggjar minuttir seinni skoraði Marius Árting Allanson sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá EB/Streymi -  19-ára gamli álopskendi spælarin kom úr B36 undan kappingárinum. 

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:

B68 - ÍF 1-0 (1-0)
21' Villiam Emil Klein 1-0

Sí meira um dystin her

EB/Streymur - 07 Vestur 5-0 (2-0)
41' Suni Hermann Petersen 1-0
44' Emil Weihe Joensen 2-0
58' Jens Erik Bruhn 3-0
62' Filip Djordjevic 4-0
87' Marius Árting Allanson 5-0

Sí meira um dystin her

Til ber at síggja málini á tv.fo

B36 - Skála (2-0)

Lutakast verður á Rás 1 hjá Televarpinum, tá hesin dysturin er liðugur (stutt áðrenn klokkan 21 eftir ætlan)

----------------------------------------------

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:
15:00: B68 - ÍF 
17:30: EB/Streymur - 07 Vestur
19:00: B36 - Skála

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara - Televarpið vísir allar dystirnar.

Í gjár, mikudagin 24.04
KÍ - HB 2-3 (0-2)
5' Mathias Voss (Mikkel Dahl) 0-1
43' Mikkel Dahl (Mathias Voss) 0-2
47' Sjálvmál 1-2
70' Hanus Sørensen (Dávid Reynheim) 1-3
90 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-3

Sí meira um dystin her
Myndir: HB varpaði KÍ úr steypakappingini
HB vann fyri triðju ferð í ár á KÍ

Hinir dystirnir:

FC Suðuroy - TB 0-2 (0-1)
24' Olivur Renéson Thomsen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 0-1
79' Mikal Tummasarson (Anders Tønnesen) 0-2
Meira um dystin her

FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (1-1)
26' Fróði Pæturson Rasmussen 1-0
37' Sølvi Vatnhamar (Signar á Brúnni) 1-1
65' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-2
68' Jákup Johansen (Áki Magnussen) 1-3

Meira um dystin her
Myndir: Tá FC Hoyvík loypti hvøkk á

B71 - AB 5-6 eftir brotsspørk (1-1 eftir longda leiktíð)
120 Bartal Skaalum Petersen 0-1
120 (+4)' Nóa Falkvard Petersen 1-1 

Meira um dystin her

Lutakast til fjórðingsfinalurnar verður eftir B36-Skála í kvøld, skrivar fsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder