Á stóra hegninum omanfyri málið móti Bøgøtu hongur ein bláur bannari við hvítari skrift: "Aftur ein sigur til KÍ". Soleiðis hevur tað í stóran mun verið seinni árini hjá fótbóltsflaggskipinum í Norðyggjum, men í kvøld burdi tað staðið "enn eitt tap". KÍ hevur skinklað í fleiri dystum í 2024 og hevur framvegis bara tapt móti hinum topp-fýra liðunum. Um stórsteypadysturin telur við, so hava føroyameistararnir nú tapt fýra slíkar: Ein ímóti B36 og tríggir móti HB.
Eftir fyrra hálvleik í dag eiga allar ávaringarlampur at lýsa í Klaksvík. KÍ sá í besta føri út sum eitt miðallið í Føroyum. Teir í bláum vóru merkilga tamir, einki hugflog var í spælinum, sum eisini tyktiskt óskipað. HB hevði heldur ongar trupulleikar við at verja fyri tí, sum heimaliðið kom við.
Heimaliðið kom ov seint fyri seg eftir leiðslumálið, og HB økti stutt fyri steðgin til 2-0. Hetta var eitt sigandi úrslit fyri fyrra hálvleik. Liðið hjá Adolfo Sormani spældi einfalt og klókt og var meira á. Í dag var tað í 5-3-2 leikskipan, sum KÍ ongantíð heilt megnaði at loysa.
Hóast Mikkel Dahl als ikki er komin heilt fyri seg eftir skaðan og Dávid Reynheim fyri stuttum hevði 16-ára føðingardag, so góvu teir ungu KÍ-miðverjuni og afturvenda Jákup Biskopstø Andrasen, sum als ikki er í dystarrútmu, høvuðbrýgg. Tað sama gjørdi ágangandi høgri vongbakkurin Mathias Voss, sum fekk serliga Ahmed Latif í stórar trupulleikar.
Nógv saknaði KÍ-liðformaðurin var aftur, men Jákup Biskopstø Andreasen er eyðsæð ikki 100 prosent enn. Hann royndi at taka ábyrgd, men Dávid Reynheim og hinir HB'arnir gjørdu tað á ongan hátt lætt at venda aftur
1-0 (5.min) - Mathias Voss: KÍ missir bóltin á miðjum vølli, spælir niðan til Dávid Reynheim, ið snilt sendur Leivur Fossdal Guttesen í dýbdina. Síðani víðari til Mikkel Dahl, KÍ-verjan um ein háls, og Mathias Voss komin allan vegin fram í málteigin og skorar trygt.
2-0 (42. min) - Mikkel Dahl: Vinstri vongbakkurin Ási Dam kemur heldur lætt til innlegg tætt við baklinjuna, Jákup Vilhelmsen og Latif fáa als ikki skil á uppgávunum við aftaru stong: Púra fríur Mathias Voss stútar, Mark F. Jensen stórbjargar, men Mikkel er knappur, sum ein miðáleypari skal vera og økir.
Fyrsta málið hjá Mikkel Dahl í ár er veruleiki - hann og Mathias Voss vóru heilt avgerandi í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ'arnir høvdu nógv at hugsað um, tá farið var inn í steðginum . HB-viðhaldsfólkini kundu drekka kaffi við stórum smíli (Mynd: Sverri Egholm)
Meira lívligt eftir steðgin
KÍ legði nógv meira fyri nú. Helst hevur tosað verið við stórum bókstavum í steðginum - Haakon Lunov sat annars niðri meginpartin av dystinum ella stóð hendur í lumma - hjálparvenjarin stýrdi meira. Longu eftir 90 sekund lá bólturin í HB-málinum.
Samansetingin Jóannes Kalsø Danielsen - Árni Frederiksberg hevur riggað stak væl seinastu tvey árini í høgru síðu hjá KÍ í ár. Í dag vórðu tenninar fyri tað mesta trektar út av ágangandi HB-spælarum, har Ási Dam stóð stekur í myndini. Árni hevði aftur í kvøld deyðbóltar langt undir sítt vanliga stig og hevði eisini millum annað nøkur óvandamikil skot og nógvar feilalveringar. Her fann nummar 7 tó snilt Jóannes, sum tyktiskt at skjóta: Bólturin hevði ikki kós í mál, men rakti Viljorm Davidsen og stakk framvið Teiti Matras Gestssyni.
1-2, og meira lív í teimum í blláum - á og uttanfyri vøllin. KÍ trýsti hægri og við meira inntensiteti. Hetta var millum annað við René Shaki Joensen fremst. Júst hesin parturin er einasta góða frágreiðingin, hví René varð nýttur sum annar áleyparin í 4-4-2 part av dystinum. Pætur Petersen byrjaði undir liðini á Pálli Klettskarð, men tað er eyðsæð, at Pætur ikki hevur fingið tað at eydnast í KÍ enn.
KÍ-venjartoymi hevur nógv at hugsað um í hesum døgum (Mynd: Sverri Egholm)
Venjaratoymi hjá HB hevði valt at spara Áka Samuelsen og Heðin Hansen. Hetta vísti seg at rigga væl, tí teir komu inn nakað inn í 2. hálvleik og vóru við til at tryggja HB betri tamarhald á dystin aftur. KÍ fekk ikki heilt skapt veruligar vandastøður: Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi og Viljormur Davidsen gjørdu helst italska venjaran ernan við vejruspælinum í flestu støðunum.
HB hevur eisini eina ávísa kynismu í ár - og treyðugt so - onkutíð neyðuga hepni. Tá tjúgu minuttir vóru eftir, var rumbul um bóltin á brotsteigarmarkinum hjá KÍ eftir fríspark. Dávid Reynheim prikaði bóltin til Hanus Sørensen, sum skeyt eitt heldur forkølað skot. Onkursvegna megnaði Mark Jensen at beina bóltin víðari í málið, ístaðin fyri at beina bóltin burtur. Enn ein mynd á støðuna hjá KÍ og heldur løgnu málmansstøðuna við skiftandi dystum: 1-3 og stórur fagnaður á HB-áskoðarunum.
Ikki fyrstu ferð í ár - og frá skiftandi málverjum: Stórt persónligt mistak og so er 1-3 (Mynd: Sverri Egholm)
Hanus Sørensen, ið til tíðum var snildur í kvøld, fær eitt heldur heppið mál. Men um man ikki stríðist og skýtur, fær man einki (Mynd: Sverri Egholm)
Fegnir HB-viðhaldsmenn (Mynd: Sverri Egholm)
Teir kundu eisini lyfta armar, rópa og byrja at prika norðoyingar meira. Hetta var triði sigur hjá HB á KÍ uppá minni enn átta vikur. Frammanundan hevði HB ikki vunnið veruliga týðandi dyst á KÍ í yvir trý ár - tó at ein kom fýra dagar eftir FM-heitið hjá KÍ í 2021 var tryggjað. Seinast var annars í júst steypakappingini í Klaksvík í 2020. HB hevur aftur staðfest, at liðið onkursvegna er væl grundfest, og úttrykkið er sterkari í ár enn undanfarnu ár, hóast spælið við bóltinum ikki beinleiðis røkkir hæddinum.
Í kvøld var tað ikki nóg mikið hjá teimum í bláum, at Páll Klettskarð skoraði. Áleyparin prikaði bóltin í netið til 2-3 eftir returbólt í 93. minutti. Júst Páll hevur nú skorað 11 skrásett mál í ár, men eins og í Betrideildardystunum móti B36 og HB rakti toppskjúttin ikki toppstig sítt í kvøld. Hann kom annars ikki heilt til møguleikarnar.
Málið kom ov seint, KÍ royndi meira í 2. hálvleiki, men tað rakk ikki til at hótta HB veruiga, tá samanumkom. Her skal eitt slag av sjálvsrannsakan til. Um hugt verður eftir serliga 1. hálvleiki í dag, so var hetta greitt ringasta avriki í slíkum dysti hjá føroyameistarunum í ár. Og higartil í 2024 fær KÍ heldur einki ítøkiligt burturúr hesum uppgerðunum.
Tveir av ungu og ídnu HB'arunum, Ejvind Restorff Mouritsen og Ási Dam, fegnast eftir loknan dyst (Mynd: Sverri Egholm)
Líka so søtt tað er hjá HB'arunum at hava fingið vent tí til yvirtak móti KÍ, líka so tungt er tað hjá teimum í bláum at síggja hinar fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24.04
KÍ - HB 2-3 (0-2)
5' Mathias Voss (Mikkel Dahl) 0-1
43' Mikkel Dahl (Mathias Voss) 0-2
47' Sjálvmál 1-2
70' Hanus Sørensen (Dávid Reynheim) 1-3
90 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-3
Sí meira um dystin her
Myndir: HB varpaði KÍ úr steypakappingini
Hinir dystirnir:
FC Suðuroy - TB 0-2 (0-1)
24' Olivur Renéson Thomsen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 0-1
79' Mikal Tummasarson (Anders Tønnesen) 0-2
Meira um dystin her
FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (1-1)
26' Fróði Pæturson Rasmussen 1-0
37' Sølvi Vatnhamar (Signar a Brúnni) 1-1
65' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-2
68' Jákup Johansen (Áki Magnussen) 1-3
Meira um dystin her
B71 - AB 5-6 eftir brotsspørk (1-1 eftir longda leiktíð)
120 Bartal Skaalum Petersen 0-1
120 (+4)' Nóa Falkvard Petersen 1-1
Meira um dystin her
Les eisini: AB, TB og Víkingur víðari
Í morgin, flaggdagin 25.04:
B68 - ÍF (25. apríl 15:00)
EB/Streymur - 07 Vestur (25. apríl 17:30)
B36 - Skála (25. apríl 19:00)
Rættað og dagført: 21.29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald