Effo og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir sáttmála og longt verandi samstarv fram til 2026. Føroyska orkufelagið hevur verið stuðul hjá HSF síðan 2021.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Effo á Óðinshædd at skriva undir nýggja sáttmálan, skrivar HSF í tíðindaskrivi.
– Vit vita, at Hondbóltsambandið ger eitt megnar arbeiði fyri okkara smæstu, ungu og vaksnu – fyri kvinnur og menn. Tað arbeiðið, eru vit í Effo errin av at stuðla, sigur Gunnar Nielsen.
– Føroyingar eiga Effo og høvuðsendamál okkara er at veita orku til alt samfelagið. At standa saman um hondbóltin, og at savna tjóðina um ítróttarbrøgd er nakað vit fegin vilja vera við til og spegla okkum í, sigur stjórin Gunnar Nielsen.
Gunn Ellefsen sigur, at tey í HSF eru ógvuliga fegin um, at Effo framhaldandi vil stuðla teimum, nú nógvar spennandi kappingar eru fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald