Føroyar eru við í nýggju altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020, har kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020. Talan er eisini um fyrstu FM-kapping í eFótbólti, umframt at fyrstu føroysku eLandsliðsspælararnir skulu finnast.
Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele, sum í felag skipa fyri eFótbóltskappingini.
Kappingin verður skipað sum tvey innleiðandi umfør, og síðani einum finaluumfari. Spælt verður á átta Play Station-básum, sum eru serframleiddir til eFótbóltskappingar.
Fyrra innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará í morgin, leygardagin 23. november, og lagt var til brots klokkan 11 fyrrapartin.
Seinna innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn týsdagin 26. november. Og tað ber framvegis til at boða frá luttøku til umfarið í Havn.
Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast tey sum eru 15 ár og yngri, meðan í eldra bólkinum kappast tey, sum eru 16 ár og eldri.
Í yngra aldurbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, meðan í eldra aldursbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, umframt eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini.
Fýra luttakarar spæla seg víðari úr innleiðandi kappingunum, og beinleiðis í finaluumfarið, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 30. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald