Eiðis Bóltfelag hevur júst nú slept einari veruligari flytingarbumbu í føroyskum hondbólti: Maria Fisker Stokholm, sum júst er støðgað í Viborg HK, flytir til Eiðis við familjuni.
Har skal hon spæla á besta liðnum sum vongur, og fer Fisker við 100 landsdystum og 250 málum fyri Danmark, avgjørt at gera sín mun.
Maria Fisker byrjar eisini av álvara sína venjaraleið í Eiðis Bóltfelag, har hon verður partur av venjaratoyminum hjá teimum vaksnu, umframt at arbeiða við ungdómsleikarum í felagnum. Hetta saman við íslendinginum Kristinn Guðmundsson, sum er høvuðsvenajri í EB.
Nú 35-ára Maria Fisker Stokhólm er úr Midtjyllandi, men hevur nú valt at flyta til Føroya. Sum skilst hevur royndi og dugnaligi vongurin valt EB frammum onnur føroysk feløg, sum lógu framvið.
Seinastu kappingarárini hevur Maria Fisker Stokhólm spælt saman við føroyska landsliðsprofilinum Janu Mittún í Viborg. Eisini hevur hon umboðað Randers HK og CSM București - síðstnevnda er rumenskt stórfelag, sum Pernille Brandenborg skiftir til í summar.
Síðsta vikuskifti spældi nýggjasti EB-spælarin í Final Four í European League, su mer næststerkasta evropeiska kappingini, har hon, Jana Mittún og hinar vunnu bronsu.
Sí eisini: Viborg vann bronsu
Maria Fisker Stokholm skoraði fimm mál í seinasta dysti hennara fyri Viborg.![]()
Úr Viborg til EB (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Nýggi spælarin og venjarin hjá EB hevur vunnið fleiri meistaraheiti, steypakappingar og evropeiska kappingar - millum annað Champions League tvær ferðir.
- Harvið verður hetta eitt av størstu nøvnunum, sum kemur til Føroya fyri at vera partur av hondbóltsumhvørvinum.
Við síðuna hjá EB sigur royndi danski spælarin, at hon og familja hennara gleða seg sera nógv til at koma til Eiðis og EB.
- Eg gleði meg til at blíva partur av hopinum og venjara toyminum. Eg eru sikkur í, at EB er tað rætta staði fyri meg og okkum sum familju.
Í EB eru tey sum vera man errin av undirskrftini.
Felagið hevur havt lið í bestu kvinnudeildini í nøkur ár - júst farna kappingarár var úrttøkan tíggju stig fyri 21 dystir. Nú hevur man fingið ein veruliga "kapasitet": Ein spælara og persón sum kann verða sannur fongur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald