Í hálvfinaluni var týska Thüringer omaná við tveimum málum. Men í bronsudystinum í European League lat Viborg so at siga ongan iva verða um, at liðið fór at vinna.
Jana Mittún og tær fóru spakuliga frá MOl Esztergom í 1. hálvleiki. Í staðginum var 19-13 til Viborg, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi millum danska og ungarska liðið.
Tað endaði 35-30, og harvið vann Viborg bronsu í næstbestu evropeisku kappingini og endaði árið væl.
Sí videobrot ovast ella á youtube-síðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni
Stinni strikuspælarin Sara Trier Hald var toppskjútti við heili 12 málum. Hald skoraði uppá øll síni skot - tað gjørdi Jana Mittún eisini. Føroyski bakspælarin skoraði triðflest mál hjá Viborg: Skeyt fýra ferðir og skoraði eisini fýra ferðir.
Nummar 77 er ikki skrásett fyri nakað upplegg í almennu hagtølunum, men hon átti næstseinastu hond á onkrum málum og vann eisini Viborg brotskast.
Harvið eitt gott punktum hjá Janu Mittún í triðja kappingarári henni í Viborg, har leiklutrin hjá hoyvíkskvinnuni er vorðin uppaftir størri. Hetta var fyrstu ferð, at Jana royndi at spæla seg so langt í Evropa. 22-ára gamli landsliðsprofilurin hevur sáttmála við Viborg fyri næstu tvey árini.
Næstflest mál hjá Viborg skoraði fyrrverandi landsliðsvongurin Maria Fisker Stokholm, sum nú gevst í felagnum.
Sì hagtøl á ehfel.eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald