Stutt undan grannauppgerðini móti Ikast í gjár, sum Viborg vann við einum máli, kunngjørdi Viborg HK stór tíðindi fyri felagið.
- Tað er við stórari gleði og stórum stoltleika, at vit kunnu kunngerða, at Viborg HK hevur longt sáttmálan við føroyska spælskiparan Janu Mittún. Tann ungi profilurin hevur hetta kappingarárið av álvara gjørt vart við seg sum eitt av størstu talentunum í donsku deildini, og áhugin frá bæði donskum og útlendskum feløgum hevur verið stórur.
Jana Mittún váttaði í studio hjá TV2 eftir dystin í gjár, at fyrispurningar vóru ymsastaðni frá. Tað gjørdist tó ikki ítøkiligt- hon vildi leingja við Viborg.
- Eg trívist ógvuliga væl her - bæði á og uttanfyri vøllin - og málini hjá mær og Viborg "matcha". Tey hóska væl saman. So á mangan hátt var tað ein løtt avgerð at skriva undir nýggjan sáttmála, sigur 21-ára gamli føroyingurin.
![]()
![]()
Jana Mittún er týðandi profilur í Viborg og á landsliðnum, sum skjótt aftur skal til endaspæl (Myndir: Sverri Egholm)
Týðandi brikkur í Vicborg
Tá Jana Mittún kom til Viborg í 2023 hevði hon ein trý-ára sáttmála. Nú er sáttmálin millum partarnar galdandi til og við kappingarárið 2027/2028.
Tá verður kviki bakspælarin 24 ár og framvegis við nógvum møguleikum í hondbólti. Viborg roynir at taka fetið upp og kappast millum tey fremstu í Danmark og í evropeisku kappingunum - vinna Jana og hinar á heimavølli móti Sävehof leygardagin, so er bólkaspælspláss í European League tryggjað.
Hoyvíkskvinnan dyldi í gjár ikki fyri, at dreymurin sjálvandi er at spæla í Champions League í framtiðini.
Viðmerkjarin hjá TV2 Sofie Bæk Andersen, sum gavst at spæla vegna skaðar, helt, at tað var tað rætta hjá Janu Mittún at bíða við at fara víðari.
- Vansin kundi millum annað verið vantandi spælitíð. Hon er enn so ung og kann byggja víðari á sítt spæl her í Viborg og millum annað vera ein leiðari.
Júst slíkt setti venjarin Anders Friis á fráboðanini hjá Viborg orð á:
- Hon er ein dugnaligur spælskipari við góðum yvirblikki og villari ferð. Hóast sín unga aldur, torir Jana at taka ábyrgd, og tað kemur helst av, at hon hevur royndir frá landsliðnum og frá tveimum árum í deildini her. Tað gevur mót uppá egin evni, og tað kann flyta hana langt. Jana Mittún ein týðandi brikkur í okkara ætlanum um at fáa Viborg HK aftur móti oddinum av donskum og evropeiskum hondbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald