
Tvey søgulig stig í Íslandi og síðani ein góður hálvleikur við Tjarnir móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum Montenegro.
Tann seinasti føroyski hálvleikurin í síðstu viku var tó als ikki nóg góðir. Munurin á einum av topp-10 liðunum í heiminum og unga føroyska liðnum sást – sanniliga eisini munurin á royndum – og tað kundi verið ljótari enn tey seks málini.
Les eisini: Megnaðu ikki at halda spenninginum móti Montenegro
Sí eisini: - Skulu læra nógv av okkara mistøkum
Tær hjá Montengro fóru frá eftir steðgin í 2. umfari - serliga vóru tað kropsliga styrkin og royndirnar, sum tyktust vera á muni (Mynd: Sverri Egholm)
Samanlagt kunnu Føroyar tó fegnast um fleiri ting og kanska serliga um at liggja á 2. plássi í EM-undankappingarbólkinum eftir tveir teir fyrstu dystirnar. Avrikið og úrslitið í Reyjavík, 24-22 til Føroyar, vitnar um føroysku framgongdina.
Sí eisini: Fyrsti sigur á Íslandi
Føroyar endaðu við at basa Íslandi í Reykjavík, og hesin sigurin kann hava risastróran týdning fyri dreymin um at røkka EM (Mynd: Sverri Egholm)
Fýra umfør eru eftir í bólkinum. Tvey lið koma víðari til EM, umframt fýra av bestu trý'arunum í undankappingini.
Í mars møta Føroyar Portugal tvær ferðir, meðan Montenegro og Ísland spæla tvær ferðir.
Um tað eydnast at vinna báðar dystirnar á Portugal, sum er styrkismett omanfyri Føroyar, samstundis sum Montenegro livir upp til favorittleiklutin móti Íslandi, so er EM-plássið tryggjað. Portugal vann við einum máli á Íslandi sunnukvøldið.
Tað skal tó nógv til hjá Føroyum í mars. Tað týðandi er at vera omaná innanhýsis eftir dystirnar móti Portugal. 3 stig av fýra møguligum ella 2 stig umframt betri innanhýsis málúrttøku gevur eisini føroyskan fyrimun áðrenn heimadystin móti Íslandi í 5. umfari í april – hesin dysturin við Tjarnir kann eisini verða avgerandi.
Støðan í bólkinum:
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 2 stig
-------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 0 stig
Tvey lið koma víðari til EM-endaspælið næsta ár. Nógv bendir á, a trý'arin úr hesum bólkinum eisini kemur víðari
HM í havsbrúnni
Áðrenn Føroyar aftur skulu stríðast um pláss í EM-endaspælinum 2026, skulu Claus Mogensen og hansara lið hugsa um HM-endaspælið 2025. Eftir nakrar vikur úti í feløgunum, hittast føroysu kvinnurnar aftur 17. november. Tá er bara søguliga endaspælið í Týsklandi á breddanum.
Føroyska liðið hevur venjingar, vitjanir og ein venjingardyst móti Íslandi við Tjarnir 22. november á skránni, í vikuni áðrenn HM-endaspælið verður.
Fyri lítlum ári síðani vóru føroyskir spælarar og fjepparar í Basel - nú byrjar eitt endaspæl í Trier (Mynd: Sverri Egholm)
Flogið verður til Luksemborg mánadagin 24. november – íslendski hópurin umframt føroyskir fjepparar vera við – og síðan verður koyrt yvir um markið til Týsklands. Tað verður í týska býnum Trier, at Føroyar spæla bólkaspælsdystirnar móti Montenegro, Spania og Paraguay.
Føroysku kvinnurarnar vóru í triðja styrkisbólki. Tað merkir, at man á pappírinum verður favorittur móti Paraguay, meðan man veit, at Spania og Montenegro aftur vera stórir bitar. Í HM koma trý lið úr innleiðandi bólkinum víðari til meginumfari.
Eydnast tað Føroyum at spæla seg víðari, so gongur leiðin longur norður til meginumfari í Dortmund. Enda føroyingar aftast, so verður taparaendaspæl hinumegin markið í Niðurlondum.
HM-Tíðarlinja:
Mánadagin 17. november: Allar savnast í Føroyum til fyrireikingar – hópurin verður helst úttikin, áðrenn hesin mánaðin er av.
Leygardagin 22. november: Venjingardystur móti Íslandi við Tjarnir
17. - 24. november: Venjingar umframt vitjani ymsastaðni í Føroyum
Mánadagin 24. november: Fráferð til Trier umvegis Luksemborg
Mikudagin 26. november: – Sunnudagin 30. november: Bólkaspælsdystirnir í Trier
Fyrsta vikan í desember: Meginumfar í Dortmund/President's Cup í Niðurlondum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald