Eftir dystirnar sunnudagin og í gjárkvøldið hava øll liðiini í Betrideildini leikt ímóti hvørjum øðrum eina ferð. Ein triðingur av kappingini er farin afturum, kappingin er farin í tveir partar, og til ber at gera nakrar niðurstøður.
Støðan eftir 9. umfør:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. Skála (15 stig)
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig)
KÍ hevur fýra stig niður til nummar tvey, og síðani hevur NSÍ fýra stig niður til nummar fimm og seks. Tað sigur so mikið sum, at KÍ hevur havt hægst støði, og at annars eru liðini í oddinum sera jøvn.
Klaksvíkingar vunnu í gjár sjeynda sigurin á rað, og síðani farið varð yvir til 27 umfør í 2005, hevur einki lið havt fleiri stig eftir 9. umfør. EB/Streymur (2008), HB (2013) og B36 (2014) høvdu øll eisini 23 stig eftir fyrsta triðingin - øll vunnu FM.
KÍ hevur verið vælleikandi, mest støðugt, hevur ikki tapt ein dyst, og hevur bert latið fimm mál inn níggju umfør - hetta er næstfæst seinastu 15 árini. Bert B36 í 2005 (3 mál) hevur gjørt tað betri á hesum økinum. HB í 2013 hevði eisini bert latið fimm mál ígjøgnum eftir fyrsta triðingin.
NSÍ við nýggjum venjara hevði nøkur óstøðug avrik fyrstu umførini, men hevur nú vunnið fýra dystir á rað og er í løtuni fyrsti avbjóðari. B36 vann fýra teir fyrstu dystirnar, tapti síðani tríggar á rað, men er nú komið aftur á sigruskós. Liðið hevur havt nakað av staðatrupulleikum. Bagge er aftur við róðrið í Sarpugerði, og eftir bert fýra stig frystu fýra umførini togaði Víkingur seg fram á stigtalvuni. Javnleikurin móti EB/Streymi í gjár var eitt afturstig.
Skála hevur vakt ans við millum annað at vunnið á NSÍ og HB og við at blanda seg í oddastríðið. Liðið hjá Eyðun Klakstein hevur tó tapt tríggar heimadystir. Føroyameistarin hevur havt eitt blandað kappingarár og bert vunnið á Víkingi av ovaru liðunum. Tað er tó als ikki óhugsandi, at HB fer at blanda seg heilt har uppi so líðandi.
Botn-fýra
Sum støðan er i 1. deild í løtuni, tykist tað heilt greitt, at bert eitt lið flytir upp. 07 Vestur er oddalið og liggur sera væl fyri ti lat flyta upp aftur. B68 hevur bert níggu stig eftir fyrsta triðingin og hevur tíggju stig upp til uppflytingarpláss, og B71 hevur 11 stig upp. Hetta hevur við sær, at allarhelst bert eitt av niðastu fýra liðunum, TB, EB/Streymi, ÍF og AB, skal niður.
Tað er ilt at siga í løtuni, hvør í løtuni kemur at stenda eftir við svartaperi. EB/Streymur fekk eitt gott stig í Norðagøtu í gjár, hevur strítt seg til sjey stig og sær í løtuni mest mótstandsført út. TB fekk nógv góð stig í byrjanini, og hevur vunnið tveir (heimadystirnar) og javnað ein móti kappingarneytunum. Seinastu fýra dystirnar hevur TB møtt fýra av ovaru liðunum og tapt allar dystirnar, og hópurin sær smalur út.
Í Fuglafirði er nýtt venjarapar, og roynda ÍF-liðið skal royna at halda AB aftanfyri sær. Einastu ferð at AB, ið hevur verið skert seinastu dystirnar, hevur fingið stig, var á heimavølli móti ÍF í 2. umfari. ÍF fekk ein góðan sigur - sín einasta sigur í ár - í fyrsta dystinum hjá Kára Reynheim og Hans Jørgini Djurhuus, sum var á Eiði. Stríðið í botninum verður helst eins hart og stríðið í ovara partinum.
9. umfar i Betrideildini:
Í gjár:
Skála - KÍ 0-1 (0-1)
27' Jákup B. Andreasen 0-1
Reytt kort: Simen Sandmæl (79')
Víkingur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
43' Ragnar Bjartalíð Danielsen (br.) 0-1
75' Vukasin Tomic 1-1
Sunnudagin:
B36 - TB 1-0 (0-0)
17' Benjamin Heinesen 1-0
ÍF - HB 0-2(0-0)
68' Pætur J. Petersen 0-1
78' Daniel Johansen 0-2
NSÍ - AB 5-1 (2-0)
3' Petur Knudsen 1-0
18' Klæmint Andrasson Olsen 2-0
51' Eli Christiansson 2-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 3-1
70' Sjálvmál 4-1
90' Klæmint Andrasson Olsen 5-1
Í komandi umfari eru spennadi dystir í bæði toppi og botni - tveir dystir verða fríggjadagin og tríggir sunnudagin:
10. umfar:
10 | 17.05.19 | ÍF | Víkingur | - | |
10 | 17.05.19 | SKÁLA | B36 | - | |
10 | 19.05.19 | HB | KÍ | - | |
10 | 19.05.19 | AB | TB | - | |
10 | 19.05.19 | EB/Streymur | NSÍ | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald