Í síðstu viku spiltu donsku miðlarnir danska meistaraliðið út, eftir at AGF á heimavølli tapti heili 4-1 fyri Lech Poznan í fyrra dystinum í 2. Champions League-umfarinum. Men nú er vent í holuni: "Vanvittigt" og "mirakul" eru millum orðini, ið verða nýtt, og liðið hjá Jakob Poulsen fær eina rúgvu av rós.
Og ørt var tað í Póllandi hendan mikudagin. Kanska ikki beinleiðis eitt undur, men dysturin í Poznan ólavsøkudag fer í søgubøkurnar sum ein tann størsti í søguni hjá AGF. Etir 90 minuttir var AGF á odda 3-0. Harvið 4-4 samanlagt og longd leiktíð.
Í 95. minutti legði Lech Poznan seg á odda aftur samanlagt, men í 100. minutti sló ungi íslendingurin Tómas Óli Kristjánsson til: 4-1 á degnum.
Harvið var neyðugt við brotssparkskapping. Donsku meistararnir vóru kaldari, og Tobias Bech, sum legði AGF á odda í vanligu leiktíðini, avgjørdi og sendi liðið víðari til 3. umfar í Champions League. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
KÍ til Poznan á Summarfestivalinum
Meðan tað er fagnaður í Danmark, er harmljóð í Póllandi - og eisini øði. At Lech Poznan blakaði eina á pappírinum tryggja Champions League-leiðslu burtur, verður ikki farið lætt um, og spurningurin er Niels Frederiksen verður sitandi leingi afturat - og hetta er eftir at danski venjarin hevur leitt Lech til tvey pólsk meistaraheitið á rað. So djúpt stingur tapið fyri AGF.
Næsta evropeiska mótstøðuliðið hjá Lech Poznan er KÍ. Føroyameistararnir hava júst verið úti fyri vónbroti í Litava. Møguleikarnir vóru har yvir tveir dystir, men eitt málleyst KÍ-lið og eitt litaviskt lið, sum kom víðari við so at siga bert einum góðum skotmøguleika.
Sí eisini: KÍ kendi ikki sína vitjunartíð og er úti av Champions League
![]()
KÍ kom ikki víðari í Champions League og misti harvið fyrsta møguleikan at tryggja eitt evropeiskt deildarspæl hetta kappingarárið (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Kauno Zalgiris skrivaði í gjár søgu við at koma til 3. umfar í Champions League og harvið eisini tryggjað deildarspæl - minst Conference League.
KÍ og Lech Poznan fáa í fyrstu syftu ein eyka møguleika í Europa League. Í lutakasti fyri tíggju døgum síðani gjørdist greitt, at tapararnir av KÍ-Kauno Zalgiris og Lech Poznan-AGF skulu hittast í 3. umfari í Europa League. Og nú er greitt, at tað vera føroysku og pólsku meistararnir næstu tvær vikurnar spæla um at koma í eitt deildarspæl.
Fyrri dysturin verður á stóra Stadion Poznan, har pláss er fyri umleið 43.000 áskoðarum. Har fer Lech Poznan at vera stórfavorittur, meðan KÍ skal royna at halda dystin á lívi til dystin í Føroyum.
Í løtuni standa dystirnir at verða spældir 6. og 13. august. KÍ skal spæla fyrsta dystin í Meistaradeildini eftir summarsteðgin sunnudagin, tá B36 vitjar.
Europa League 3. umfar: KÍ - Lech Poznan
Fyrri dysturin stendur sum nú er at vera í Póllandi hóskvøldið 6. august, tá Summarfestivalurin verður - seinni dysturin stendur stendur sum nú er at verða spældur í Klaksvík eina viku seinni, 13. august
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald