Eftir tap á Malta og í Rumenia í mars gerst mótstøðan nú munandi sterkari hjá Føroyum í tiðja EM-undankappingardystinum. Hetta kann hóva føroyska liðnum, tí einki er at missa í tann mun, at so at siga eingin væntar at Føroyar fáa stig ella yvirhøvur fáa skapt spenning um úrslitið. Hetta er heldur ikki realistiskt, tí at Spania er millum mætastu fótbóltstjóðirnar í heiminum. Eitt er, at spaniólar eru nummar 9 á FIFA styrkislistanum og vit nummar 102, og at Spania eftir langa oyðimarkargongd vann tríggjar stórar kappingar á rað: EM í 2008, HM í 2010 og síðani aftur EM í 2012. Spania spælir eisini á ein hátt og við slíkari góðsku, ið kann geva Føroyum alskyns trupulleikar.
Leikararnir spæla allir á sera høgum støði. Ein leikari umboðar Napoli úr Italia, ein av teimum trimum málverjunum hevur síðani 2011 spælt fyri Manchester United, og ein av hinum gjørdist í fjør summar heimsins dýrasti málverji, tá Chelsea keypti hann frá Altetico Bilbao. Restina av leikarunum spæla í bestu sponsku deildini; harav fýra við Real Madrid og tríggir við FC Barcelona. Tríggir í hópinum umboða eisini til dagliga Valencia. Harímillum liðformaðurin hjá stóra felagnum Valencia, Dani Parejo, sum í gjár var á tíðindafundinum í B36-húsinum
(Maðurin til høgru - Roberto Moreno - hevur ábyrgdina av spanska liðnum nú Luis Enrique ikki er við)
Á tíðindafundinum segði spanski hjálparvenjarin, at stór virðing er fyri Lars Olsen og úrslitunum hjá Føroyum seinastu árini. Roberto Moreno stendur á odda fyri spanska liðnum í kvøld, tí Luis Enrique ikki er við orsakað av persónligum viðurskiftum. Teir í sponsku leguni eru heldur ørklymaðir um tankan at skula spæla á gráslíki. Hetta hóvar sjálvandi føroyingum væl, og Tórsvøllur við Skansanum og fullum húsi kann avgjørt geva eitt skump rætta vegin í kvøld.
(Skansin er ein týðiligur viðleikari hjá Føroyum í kvøld -Mynd: Sverri Egholm)
Talan er um eitt føroyskt landslið uttan skøddu Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson og Jákup Thomsen. Sonni Ragnar Nattestad hevur eisini verið darvaður av skaðum í vár, og er heldur ikki við. Hetta merkir millum annað at Teitur Matras Gestsson allarhelst fær møguleikan í málinum, og ársins málverji í fjør fær helst úr at gera.
(Teitur Matras Gestsson hevur leingi staðið aftanfyri Gunnar Nielsen í kappingini um málmansplássið - Mynd: Sverri Egholm)
Sambært in.fo bendir alt á, at Árni Frederiksberg eisini byrjar inni á fyrsta sinni í undankappingardysti. Teir ellivu føroyingarnir skulu royna at finna finna eyka orku og mátt fram í kvøld mót sponsku stjørnunu. Tað er eingin ivi um, at Spania ikki hevur somu styrki sum tá leikarar sum Pique, Xavi, Iniesta, David Silva, David Villa, Fernando Torres og aðrir vóru á landsliðnum, men tað kann gerast eitt langt kvøld hjá teimum í hvítum og bláum á Tórsvølli. Føroyar hava higartil latið seks mál inn í tveimum dystum í undankappingini, og hóast mótstøðuliðini hava verið langt frá ovastu hillum seinasta árið, so hava Føroyar vunnið ein, javnað tveir og tapt fimm dystir við málúrttøkuni 7-16 (harav hava tríggir dystir verið móti Malta)
Sí eisini: Atli Gregersen: Ikki nógv øðrvísi enn at spæla móti Torkil í Sandavági
Føroyska landsliðið tykist at vera á einum vegamóti: Fer tað halda fram við frálíku menningini, sum hevur verið seinastu árini? Ella fara vit at vera í einum aldudali í hesari undankappingini? Tað kunnu komandi dystir verða við til at geva svar uppá. Hóast stig ikki kunnu vera kravið móti Spania, so kann avrikið, og mátin ið dysturin háttar seg uppá vera jalig tekin. Tá so stór uppgáva er, sum móti De Gea, Ramos, Alba Busquets og co, ja so er tað kanska júst rætta løtan at reisa seg.
(David De Gea og co. á Tórsvølli - Mynd: Jens Kr. Vang)
Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Vit hava myndir frá dystinum, og eftir hann taka vit samanum og fáa viðmerkingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald