Oyggjaleikir 2019

Ein dystur vit áttu at vunnið

Stórt vónbrot í kurvabóltshøllini eftir at Føroyar taptu 44-46 á Isle of Wight.

2019-07-10 18:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar spældu ein spennandi dyst í kurvabólti í dag. Mótstøðan var Isle of Wight, eitt lið, sum í løtuni liggur á sama støði sum Føroyar, og hevði føroyska liðið vunnið, hevði verið talan um fyrsta sigurin nakrantíð hjá einum føroyskum landsliði í kurvabólti.

Men soleiðis gjørdist ikki. Føroyar taptu 44-46 í einum spennandi dysti. Men synd er at siga, at dysturin var undirhaldandi – til tess gjørdu bæði liðini alt ov nógv mistøk, ja fyri at siga tað milt, so raktu tey ikki netið.

Formaðurin í kurvabóltssambandinum, John Norðbú Thomsen, var eisini vónbrotin eftir dystin. Tá tað bert eru tvey mál á muni, so kundi sigurin fallið til báðar síður.

- Vit vóru alt ov óneyvir í dag. Vit eru merktir av, at Magnus Jakobsen, okkara besti maður og liðskipari, heldur ikki fekk spælt í dag. Hann fekk ein skaða í fótin fyri tveimum døgum síðani, tá ein mótleikari traðkaði niður á økilin. Hann royndi at spæla aftur í dag, men tá so sama óhapp hendi einaferð afturat, var einki at gera.

- Vit vildu ræðuliga gjarna vinna henda dystin, og tað var orsøkin til at vit ikki brúktu okkara ungu leikarar í dag. Men eg eri vónbrotin av, at okkara bestu leikarar ikki gjørdu tað betri. Vit eiga at kunna krevja at teir raka betri í sínum royndum, segði John Norðbú Thomsen eftir dystin.

Tá tað er sagt, so viðgongur hann eisini, at føroyska liðið er komið langt á leið í síni menning. Menninir læra sera nógv av einum dysti sum hesum. Men tað er eisini hart fyri teir at skulu fyrst venja tveir dagar á rað og so spæla dyst fimm dagar á rað. Tað eru teir ikki vanir við.

Tá Føroyar luttóku á oyggjaleikum á fyrsta sinni í Jersey í 2015 hittu vit eisini Isle of Wight í innleiðandi dysti. Bretar vunnu ta ferðina 99-35.

[object Object]
John Norðbú Thomsen

Favorittar móti Álandi í morgin
Føroyar spæla um tey niðastu plássini í kappingini móti Isle of Wight og Álandi. Við sigrinum í dag verður Isle of Wight nummar 9. Í morgin koma Føroyar so í óvanliga leiklutin sum favorittur, tá spælast skal um hvør skal vera nummar 10. Tá verður so enn ein møguleiki at fáa landsliðsins fyrsta sigur heim. Áland er nýtt í oyggjaleikahøpi og er við fyri at læra, eins og vit hava gjørt nú í tríggjar oyggjaleikir. Innleiðandi vann Isle of Wight 105-40 á Álandi.

Leikgongdin í dystinum í dag var í stuttum tann, bretarnir komu framum í fyrsta fjórðingi, men føroyingar megnaðu at javna, tá umleið tríggir minuttir vóru eftir. Fyrsti fjórðingur endaði 16-16. Í øðrum fjórðingi lógu Føroyar omaná tað mesta av teimum 10 minuttunum, men móti endanum tók Isle of Wight yvir og var frammanfyri 27-25 við hálvleik.

Triðji fjórðingur bylgdist aftur og fram, og áðrenn farið var inn til seinastu 10 minuttirnar førdi Føroyar 35-34.

Spenningurin var sum vera man stórur í seinasta fjórðingi. Men hesin fjórðingur var – eins og tað mesta av dystinum – merktur av kiksaðum royndum at skora. Hinir vóru kanska tryggari í sínum royndum, men hinvegin vóru føroyingar rættiliga nógv betri í verjupartinum og góðir at fanga returarnar. Bert heilt fáar royndir at skora 3 stig eydnaðust, og tað er líka við, at flestu stigini komu upp á brotskast, tá ongin vardi fyri netið, men merkiliga nógvar brotskastroyndir miseydnaðust eisini – og tað var galdandi fyri báðar partar.

Tá tríggir minuttir vóru eftir, vóru Føroyar frammanfyri 42-40. Hinir fingu so eitt brotskast í netið til 42-42. Skoraðu aftur og ølgdu seg fram um 43-32, so skoraði Føroyar og legði seg á odda 44-43. Hinir fingu brotskast og skoraðu bert eitt, so stóð á jøvnum, áðrenn bretarnir tá hálvur minuttir var eftir fingu tvey stig afturat til úrslitið 46-44. Rættiliga lág skora av einum kurvabóltsdysti at vera.

Dysturin var spældur í lameterandi gangi, tí í hinum endanum av høllini spældi vertstjóðin fjórðingsfinalu móti Jersey fyri fullum larmandi áskoðaraplássum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder