Í kvøld klokkan 19.30 spæla Føroyar og Póland í fyrsta umfari í bólki 7 í EM-undankappingini í kvinnuhondbólti.
Kvinnulandsliðið fór til Danmarkar sunnudagin og fyrireikaði seg í tvey smá samdøgur i Holbæk, áðrenn farið varð til Pólands.
Royndasti leikarin í hópinum, Durita C. Jojic, saman við tveimum av teimum ungu leikarunum í hópinum, sum gjørdu tað sera gott í SMS-deildini í fjør: Fríðu á Dunga og Duritu Toftum Joensen (Mynd: HSF)
Póland verður sera torfør mótstøða. Føroyska liðið hevur nakrar fáar royndar leikarar, tá tað kemur til landsliðshondbólt: Serliga Duritu Jojic og Turið Arge Samuelsen, og so eisini Kristionnu Henneberg Joensen. Men so eru eisini nógvir ungir leikarar - m.a leikarar ið hava verið við til U19 og U17 kappingar í summar.
Til dømis eru tveir ungir málverjar við, nú Viviann Petersen og Ragnhild á Heygum ikki eru tøkar.
Spennandi verður at síggja nýggja liðið í nýggju undankappingini.
Føroyski hópurin til dystin í kvøld:
Málverjar:
Margit Weihe Frímundsdóttir, Neistin
Annika Fríðheim Petersen, H71
Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71
Høgri vongur:
Halla Skylv Midjord, Kyndil
Guðrið á Borg, H71
Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Marianna Geirsdóttir Eystbert, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted
Spælskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Fríða á Dunga, Neistin
Póland - Føroyar kann stroymast á ehftv.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald