Fótbóltur

Ein nýggj og øðrvísi avbjóðing í morgin

Moldova hevur havt eitt gott 2023 men er annars eitt landslið, sum Føroyar kunnu sammetast við í styrki. Tað endaði 2-1, seinast liðini hittust á Tórsvølli.

Håkan Ericson heilsar uppá spælarar sínar eftir 2-0 tapið í Póllandi, har Føroyar høvdu bóltin heilt lítið og skaptu so at siga einki men leingi stóðu væl ímóti. Nú skal hugsunarhátturin vera øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson heilsar uppá spælarar sínar eftir 2-0 tapið í Póllandi, har Føroyar høvdu bóltin heilt lítið og skaptu so at siga einki men leingi stóðu væl ímóti. Nú skal hugsunarhátturin vera øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-09 09:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði ferðadag í gjár. Síðani vandu teir, ið spældu lítið ella einki í dystinum í Póllandi, eitt sindur við bólti á Tórsvølli. Hinir høvdu styrkivenjing.

Seinni í dag er vanliga venjingin dagin fyri dyst. Håkan Ericson, Eli Hentze og teir í hópinum hava síðani síðsta bríksl í Póllandi hugsavna seg um at fyrireika seg til Moldova-dystin. Næstu tímarnir skulu eisini nýtast væl.

Hetta verður eyðsæð ein heilt øðrvísi uppgáva enn tann hósdagin. Dystarmyndin kemur ikki at líkjast, og Føroyar fara allarhelst at vera væl meira á bóltinum enn í Varsjava. Hetta er á pappírinum meira ein 50-50 dystur. Tað vísa veddingarfyritøkurnar, og tað komu føroysku umboðini í Póllandi eisini inn á hóskvøldið.

Sí samrøður her: 
Håkan Ericson
Mattias Lamhauge
Jóannes Bjartalíð
Sølvi Vatnhamar

[object Object]
Tað verður ikki Robert Lewandowski-góðska, ið okkara møta í morgin. Moldovara hava tó sjálvsálit og hava koppað Póllandi fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Lewandowski var snildur og náðileysur

Føroyar skulu eisini avrika og megna meira við bóltinum. Eitt stig er komið til høldar í teimum fýra dystunum í undankappingini higartil. Tað var móti júst Moldova. Hetta var í fyrsta dystinum í ár, har Føroyar komu á odda, men har heimaliðið veruliga tók yvir eftir steðgin.

Moldova hevur eisini havt eitt serstakt og stórt ár. Tríggir dagar eftir dystin móti Føroyum fingu moldovar aftur eitt stig, tá Kekkia vitjaði. Í juni kom Moldova afturum 0-2 móti Póllandi men megnaði á ótrúligan hátt at venda tí og vinna. Í gjár spældi liðið 1-1 javnleik í venjingarydysti í Eysturríki. 

Moldova er annars nummar 164 á FIFA styrkislistanum. Bert fýra evropeisk lond eru styrkismett lægri. Føroyar eru nummar 129 samanlagt. Tað eydnaðist at vinna 2-1, tá Moldova vitjaði fyri tveimum árum síðani í HM-undankappingini. Hóast betri úrslit enn Føroyar í ár, so hvílir ávíst trýst á føroyska liðnum til dystin á Tórsvølli í morgin. Hann byrjar klokkan 17.

[object Object]Brandur Hendriksson Olsen í 2-1 dystinum móti Moldova 7. september í 2021. Skálvíkingurin byrjar allarhelst inni í morgin, og fer tað at gera stóran mun fyri bóltspælið hjá Føroyum. Håkan Ericson og hansara menn skulu aftur hava stig (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Meira frá venjingini á Tórsvølli seinni

EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, Sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova

Atgongumerki kunnu fáast her

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig 
Føroyar 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder