Fótbóltur

Lewandowski var snildur og náðileysur

VAR var partvíst avgerandi, tí Pólland kom á odda við heldur ivasomum brotssparki í 73. minutti. Barcelona-áleyparin økti tíggju minuttir seinni – Føroyar vóru annars væl við leingi Í.

Odmar Færø og hinir høvdu fínt tamarhald á Robert Lewandowski og hinum meginpartinum av dystinum, men so kom bólturin í armin á Odmari (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø og hinir høvdu fínt tamarhald á Robert Lewandowski og hinum meginpartinum av dystinum, men so kom bólturin í armin á Odmari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-07 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varsjava, Pólland (Portalurin) - Í fyrra hálvleiki fingu Føroyar hótt Pólland væl til tíðir og samstundis nærum hildið heimaliðnum frá stórum málmøguleikum. Órógv var millum pólsku spælararnar og áskoðarnar, og á veg til hálvleiks hoyrdust nógv buh-róp.

Les meira um sjálvan fyrra hálvleik her

Seinni hálvleikur var øðrvísi. Føroyska liðið fekk oftast vart brotsteigin væl men var kroyst og fekk als ikki stoytt aftur og brotið rútmuna í fyrra hálvleiki. Robert Lewandowski rakti yvirleggjaran við stútara, fekk næstan ein ein móti einum og í nøkrum førum ruddaðu okkara vekk í síðstu løtu – serliga var Sonni Ragnar Nattestad stinnur har.

Ymisk tekin vóru, og tað helt tíverri ikki til eitt flott føroyskt stig. Tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir, fekk Pólland brotsspark. Bólturin kom heilt tilvildarliga í armin hjá Odmari Færø, sum “ikki var uppá pláss”, men støðan var sum so vandaleys, og sterki miðverjin fekk ikki tíð at gera nakað serligt, tí póllendingurin frammanfyri megnaði ikki at temja bóltin. Var “bað” høvuðsdómaran fara út at hyggja, og so visti man hvat klokkan hevði sligið. Peikað varð á brotssparksblettin, og Lewandowski var ísakaldur.

[object Object]
Mathias Lamhauge var sum heild ógvuliga tryggur í málinum í kvøld - Lewandowski lumpaði hann tó tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
 

Tað var 35-ára gamli Barcelona-áleyparin eisini tíggju mintutir seinni, tá hann varð spældur leysur, eftir at bólturin datt til póllending á føroysku hálvuni. Føroyska verjan tyktiskt at koma uppá pláss, men nummar níggju vísti, hví hann er tilnevndur til Balon d'Or, og hví hann hevur skorað so nógv á høgum stigi. Lewandowski lyfti bóltin í longra málhornið, og so fór luftin úr føroyingunum og dystinum.

2-0 á útivølli móti Póllandi er væl áleið tað, sum kann væntast. Føroyar vóru við í dystinum í 80 minuttir, bjóðaðu av fyri steðgin, stríddust og vardu fyri tað mesta fyrimyndarliga. Tó megnaðu okkara ov lítið við bóltinum eftir steðgin og komu ongantíð heilt úr trýstinum. Ymiskt kann takast víðari hjá Håkani Ericson og toymi, sum nú skal fyrireika seg til Moldova á heimavølli sunnudagin: Heilt onnur dystarmynd í væntu og samsvarandi krøv til føroyska liðið.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
Pólland - Føroyar 2-0 (0-0)

Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic

Kekkia - Albania 1-1

Støðan eftir fýra umfør: 

Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig *
Føroyar 1 stig

Áskoðaratal: 54.129

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder