Startskotið verður í Sørvági leygardagin 9. mars klokkan 17, tá 07 Vestur tekur ímóti Víkingi.
Les eisini: Lagt verður til brots leygardagin
Dagin eftir, sunnudagin 10. mars, eru fýra dystir á skránni. Einasta uppgerðin sum er "klassiska tíðspunktið" (15.00) er KÍ - ÍF.
Tá tann dysturin er liðugur, verður lagt til brots á Toftum. Eina løtu eru tríggir dystir í gongd í senn, men B68 - B68 verður tó liðugur, stutt eftir at byrjað verður á Skála.
Tað er júst dysturin millum annan av uppflytarunum og EB/Streym, sum endar síðst - nakað yvir klokkan 20. Hin uppflytarin vitjar í Gundadali. NSÍ steypavinnarin HB bresta saman klokkan 18 til kanska mest áhugaverda dystin í 1. umfari í Betrideildini hjá monnum.
Skíggjamynd: FSF
Televarpið vísir aftur í ár allar dystirnar. FM1 hevur eisini ymiskar frásagnir.
Portalurin fer sum vant at fylgja væl við. Vit hava beinleiðis dagføringar í samstarvi við Dystir á forsíðu okkara til allar dystirnar - og vit hava gjørt nýtt snið, sum ger, at tað er skjótt at fáa yvirlit yvir málskjúttar og stórar hendingar í dystunum. Umframt hetta hava vit eisini myndir, dystarfrásøgnir o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald