placeholder
Fótbóltur

Einar og Julian skrivað avtalu við 07 Vestur

Í farnu viku skrivaðu Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen, sum báðir eru U17-leikarar, sáttmála við 07 Vestur.

(Mynd: 07 Vestur)

(Mynd: 07 Vestur)

2022-07-25 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku skrivaðu Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen sáttmála við 07 Vestur.

Einar og Julian, sum báðir fylla 17 heyst, spæla vanliga við U17-liðinum hjá felagnum, men hava eisini verið fastir fúsir í 1. deild, har teir hava spælt níggju dystir. Julian hevur eisini verið á bonkinum hjá besta liðinum til dyst í steypakappingini suðuri á Tvøroyri, tó uttan at koma inn, skrivar felagið.

Einar Thorgrímsson er úr í Sørvági, og Julian er úr Sandavági, og báðir hava teir fingið sína fótbóltsuppaling í 07 Vestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder