Hondbóltur

Eingin avgerð enn um evropeisku uppgávuna hjá H71

Mótstøðuliðið kemur í fyrstu syftu til Føroya í morgin. Um tað eydnast, spæla liðini í Hoyvík í annaðkvøld - tað kann sum skilst gerast einasti dysturin í umfarinum.

Føroyameistararnir úr H71 sluppu ikki á vøllin í kvøld. Felagið vendir aftur við meira kunning í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyameistararnir úr H71 sluppu ikki á vøllin í kvøld. Felagið vendir aftur við meira kunning í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-26 20:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upprunaliga skuldu H71 og Fortes Venlo verða í gongd við fyrra dystin í 2. umfari í European Cup í skrivandi stund. Men veðurlíkindini í gjár og í dag gjørdu, at tær á niðurlendska liðnum ikki eru komnar til landið enn.

Nakað eftir middag gjørdist greitt, at hópurin ikki kundi lenda. Kósin varð sett til Bergen eftir at hava hingið omanfyri Vága Floghavn eina løtu.

Sí eisini: Evropeisk uppgerð hjá H71 hongur í leysari luft

Støðan er ikki vorðin nógv greiðari síðani, hóast H71 hevur verið í tøttum amskifti við serliga evropeisku hondbóltssamgonguna, EHF. 

Endaliga avgerðin er ikki tikin enn. Tað hongur saman við, at flogfarið við Fortes Venlo-hópinum skal gera eina nýggja roynd í morgin,

Eydnast tað at lenda, skulu liðini spæla í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið. Upprunaliga skuldi hetta vera seinni dysturin í uppgerðini, og skuldi hann byrjað klokkan 19. Men sum skilst kann hetta verða einasti dysturin millum H71 og niðulendska liðið, har samanlagdi vinnarin fer víðari til næsta umfar - tíðarásetingin er ikki gjørd enn.

Um so er, verður hetta helst við føroysku dómarum, tí ásettu dómararnir vórðu strandaðir, og kunnu helst í fyrsta lagi koma til Føroya sunnudagin.

H71 hevur á Facebook-síðu sínari kunning um, at eingin Europa Cup-dystur verður spældur í kvøld, og at felagið vendir aftur við meira kunning í morgin.

Í morgin veður í øllum førum árliga stuðulstiltakið “Súkkla fyri Europa Cup". Fleiri trúfastir H71'arar fara at súkkla í Burn í Berjabrekku fyri at savna pening inn til evropeisku luttøkuna hjá kvinnunum og monnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder