
Fyrsta umfar í Betrideildini hjá monnum fór av bakkastokki fríggjakvøldið, tá HB tók ímóti B68 á Ovara vølli í Gundadali.
Og sambært leikskránni, skuldu hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari spælast í dag. Men tað er greitt, at eingin fótbóltur verður á Vágseiði, har FC Suðuroy skuldi fáa vitjan av EB/Streymi.
Boðað verður frá nógvum vindi av landnyrðingi, og sambært teimum veðurkønu á staðnum er hetta ring ætt á Vágseiði. Tí hevur kappingardeildin hjá FSF, í samráð við feløgini, avgjørt, at dysturin í Vági verður útsettur.
Hinir tríggir dystirnir í morgin eru TB – Víkingur, sum byrjar klokkan 14:45, og NSÍ – B36 og KÍ – 07 Vestur, sum báðir verður settir í gongd klokkan 15:00.
Betrideildin menn, 1. umfar
HB – B68 3-2
FC Suðuroy – EB/Streymur (útsettur)
TB – Víkingur, kl. 14:45
NSÍ – B36, kl. 15:00
KÍ – 07 Vestur, kl. 15:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald