Annað

Eingin Flaggdagsrenning í ár

Bragdið og Sclerosufelagið fylgja tilmælunum.

(Mynd: Bragdið)

(Mynd: Bragdið)

2020-04-17 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi leygardag, Flaggdagin, skuldi árliga Flaggdagsrenningin verða í Havnar gøtum.

Síðani 1987 hevur tað verið fastur táttur, at runnið hevur verið, dagin ið vit hátíðarhalda Merkið.

Í ár verður tó eingin renning. Bragdið boðar á heimasíðu sínari frá, at tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd, og harvið er renningin avlýst.

Bragdið og Sclerosufelagið byrjaðu í fjør eitt samstarv, har Bragdið sum vanligt skipaði fyri rennngini, og har Sclerosufelagið eisini gjørdi nógv burturúr og fekk fitt av peningi inn eisini.

Innkomni peningurin í samband við flaggdagsrenningina fór til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið kunnu betra og lætta um hjá sclerosusjúklingum. 

Bragdið skrivar á heimasíðu sínari, at tað framvegis er møguleiki at stuðla Sclerosufelagnum, hóast eingin renning verður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder