Eingin semja um minking av CO2 útláti

Veðurlagsráðsstevan í Madrid gav einki ítøkilig úrslit, hóast hon gjørdist longri enn ætlað.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-16 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurlagsspurningurin fyllur ógvuliga nógv í hesum døgum, og sokallaða COP 25 veðurlagsráðstevnan hjá ST var í farnu viku í spanska høvuðsstaðnum. 

Hon vardi longri enn ætlað, tí ymsar ósemjur vóru. Talan var serliga um sokallaðu kvoturnar av CO2, sum snúgva seg um at tey fátækari londini  kunnu selja sínar kvotur til ríkari londini, sum harvið sleppa undan at tálma sítt CO2 útlát. Soleiðis lýsir kvf.fo tað. 

Av tí at eingin endalig semja varð funnin viðvíkjandi hesum, varð spurningurin um eina niðursetan av kvotnum útsett til COP 26 verðurlagsráðstevnuna næsta ár. Hon verður í Stóra Bretland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder