Fótbóltur

Eingin stórdystur í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Men nógv bendir á, at stóru havnarfeløgini bresta saman í fjórðingsfinalu. 1/8-finalurnar eru á skránni 15. og 16. apríl.

Frá steypafinaluni í fjør, sum KÍ vann 2-0 á Víkingi. Steypavinnararnir taka ímóti ÍF í áttandapartsfinalunum um tvær vikur - Víkingur fær vitjan av AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá steypafinaluni í fjør, sum KÍ vann 2-0 á Víkingi. Steypavinnararnir taka ímóti ÍF í áttandapartsfinalunum um tvær vikur - Víkingur fær vitjan av AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-01 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landskappingardystin millum Víking og HB í kvøld, var lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um løgmanssteypið.

Hetta gekk fyri seg í Sarpugerði, og var tað Televarpið, sum stóð fyri tí.

Eftir at liðformaðurin hjá steypavinnarunum í 2025, Jákup Biskopstø Andreasen, hevði tikið úr bollanum, var greitt, at eingin risadystur bíðar um tvær vikur. Júst KÍ sær út til at hava ein lutfalsliga góðan veg til hálvfinalurnar.

Kappingin um Løgmanssteypið 2026:
Fyrsta umfar (1/8-finalur)
FC Suðuroy – B36
FC Hoyvík – TB
Víkingur – AB
KÍ – ÍF
EB/Streymur – NSÍ
HB – B71
B68 – MB
07 Vestur – Skála

Dystirnir verða spældir 15. og 16. apríl

Drigið varð eisini til fjórðingsfinalurnar. Har bendir nógv á, at HB og B36 fara at bresta saman. Bæði hava uppgávur móti liðum úr næstbestu deildini í fyrsta umfari.

Fjórðingsfinalurnar:
HB/B71 – FC Suðuroy/B36
Víkingur/AB – FC Hoyvík/TB
B68/MB – KÍ/ÍF
07 Vestur/Skála – EB/Streymur/NSÍ

Lutakast var eisini um fyrsta umfar (fjórðingsfinalurnar) í steypakappingini hjá kvinnum, sum HB vann í fjør. Júst HB trekti frí í fyrsta umfari - bert sjey lið eru við.

Skála – KÍ
B36 – 07 Vestur
NSÍ – Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder