Í samráð við føroyameistararnar KÍ og steypavinnararnar HB er avgjørt, at stórsteypadysturin hjá kvinnum ikki verður spældur á hesum sinni. Liðini bresta saman longu í fyrsta leikumfari 24. mai, og spæla tí venjingardystir móti øðrum liðum hesar seinastu vikurnar áðrenn kappingarbyrjan, boðar Fótbóltssambandið frá á heimasíðuni.
Stórsteypadystur hjá kvinnum varð fyrstu ferð spældur í fjør, tá HB vann 7-1 á EB/Str/Skála. Í ár skuldi dysturin upprunaliga spælast í februar, men orsakað av illveðri og síðani korona, varð hetta av ongum. Stórsteypadysturin millum KÍ og HB verður tó møguliga avgreiddur seinni í ár.
Betri Deildin hjá kvinnum byrjar 24. mai, tá føroyameistararnir KÍ taka ímóti HB, NSÍ tekur ímóti EB/Str/Skála, og B36 tekur ímóti ÍVB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald