2021-06-22 20:37
Eftir ætlan skuldi fótbóltur vera partur av Føroyaleikunum, ið verða í døgunum 8. - 11. juli. Talan var um kapping í fóttennis við Løkin i í Runavík.
Men Fótbóltssamband Føroya kundi í gjár staðfesta, at´grundarlag ikki er fyri at skipa fyri kappingini, tí tilmeldingarnar eru ov fáar í tali.
- Tískil verður fótbóltur ikki við á Føroyaleikunum, men vit ynskja tó ÍSF og øllum teimum luttakandi sersambondunum alt tað besta við tiltakinum, skrivar fsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald