Fyri løtu síðani var A-finalan í einskullara hjá monnum í HM-kappingini í Beograd, og tíverri bleiv tað einki heiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen, sum umboðaði danska landsliðið.
Miðvingurin endaði á 5. plássi og kom á mál 10 sekund eftir týska favorittin, Oliver Zeidler, sum varð fyrstur á mál við tíðini 6.38.08. Zeidler vann eisini HM-gull í fjør.
Næstur á mál var niðurlendski Simon Van Dorp, og á triðja plássi var nýsælendski Thomas Mackintosh.
Sunnudagin vann Sverri annars innleiðandi róðurin, mikudagin vann hann fjórðingsfinaluna, og fríggjadagin gjørdist hann nummar tvey í hálvfinaluni og tryggjaði sær harvið eitt pláss á olympisku leikunum í París næsta summar.
Sverri hevur eisini vunnið silvur á øllum trimum World Cup stevnum í ár. Á øllum trimum stevnum var tað eisini Zeidler, sum fór av stað við gullinum.
Í EM-kappingini í mai bleiv tað tó heldur ikki til nakað heiðursmerki til miðvingin, sum tá endaði á fjórða plássi. Tá endaði Zeidler sum nummar trý.
Úrslit - A-finala
1 Oliver Zeidler, Týskland - 6.38.08
2 Simon Van Dorp, Niðurlond - 6.39.26
3 Thomas Mackintosh, Nýsæland - 6.40.33
4 Stefanos Ntouskos, Grikkaland - 6.40.56
5 Sverri Sandberg Nielsen, Danmark - 6.48.19
6 Damir Martin, Kroatia - 7.06.39
Dagførd kl. 14.14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald