1. umfari í Meistaradeildini hjá monnum er avgreitt um vikuskifti.
Uppflytararnir AB setti gongd á við heimasigri á B68 í gjár, og í dag gjørdist talan um fýra favorittsigrar.
KÍ var á odda 2-0 í steðginum i Vágum og eftir 52 minuttir var 5-0 til greipuvinnararnir.
Hinir dystirnir vóru tættari, men Skála og EB/Streymur skoraðu til 2-1 móti havnarfeløgunum, og tá var tað seint í dystinum.
NSÍ vann tann mest spenanndi dystin. Michal Przybylski skoraði einsamalla málið í dystinum móti Víkingi eftir 65. minutti - eftir gott upplegg hjá blaðunga Markusi Klein Danielsen.
Sí eisini:
NSÍ slitið samstarvið við serbiskan miðverja
Stefan Radosavljevic er ikki longur í Víkingi
Í dag, sunnudagin 8. mars
07 Vestur – KÍ 1-5 (0-2)
B36 – EB/Streymur 2-1 (0-0)
NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0)
Skála – HB 1-2 (0-1)
Í gjár, leygardagin 7. mars
AB - B68 2-0 (1-0)
Les eisini: AB er aftur við einum braki
Hoyr samrøður eftir dystin:
Øssur Hansen fegnast um 2-0 sigurin á bardómsfelagnum
Hanus Højgaard harmast
![]()
Støðan eftir 1. umfar (Skíggjamynd)
2. umfar er á skránni næsta vikuskifti, har fýra dystir eru á skránni. Tann fyrsti verður spældir fríggjakvøldið í Sarpugerði, har B36 vitjar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald