
Katowice, Pólland (Portalurin): Bert eini 19 tímar eftir gysarin móti Fraklandi endaði á frálíkan hátt fyri føroyingar, skulu føroyingar aftur renna inn á hallargólvið í Arena Katowice.
Sí eisini: Danskur viðmerkjari: - Tað er jú vilt at Føroyar vinna á Fraklandi
Um tað ikki hevði eydnast at vent dystinum í gjár, hevði tað verið stórt trýst á føroyingum nú. Tað er tað als ikki, og hetta letur upp fyri øðrum møguleikum. Hetta staðfesti annar av U21-venjarunum, Djóni Gaard Joensen, longu eftir seinasta bríksl í gjár:
- Í morgin má tjóðskaparkenslan bíða. Vit fara at hvíla nakrar spælarar, ið hava tikið stóra ábyrgd. Tá man er komin so langt í einari kapping, so er tað næstan líkamikið, hvørjum man møtir - øll liðini eru krútsterk. So um tað er nummar eitt ella tvey úr hinum bólkinum er sum so líkamikið. Vit fara sjálvandi eftir at vinna móti Danmark, men tað verður ikki uppá tann kostnaðin, at vit koyra spælarar, ið hava spælt ógvuliga nógv higartil í "senk".
Hoyr eisini:
Djóni Gaard Joensen: - Tjóðskaparkenslan noyðist at bíða eitt sindur
- Óli Mittún: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman
Uttan at siga tað beinleiðis, so merkir hetta millum annað, at Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl fara at spæla millum lítið og einki í dag. HM-toppskjúttin fer helst bert at skjóta brotskøst. Aðrir skulu eisini hava nakað av hvíld til hósdagin, meðan spælarar sum til dømis Tróndur Johnsson og Eyðbjørn Heini Danielsen skulu sleppast leysir.
Eyðbjørn Heini Danielsen klappar, og undir liðuni á honum stuðlar Tróndur Johnsson eisini. Hetta eru tveir av teimum, sum ikki hava spælt serliga nógv, men sum í dag skulu spæla nógvar minuttir (Mynd: IHF/Kolektiff)
Føroyingar hava spælt fýra dystir uppá seks dystir - allir hava verið harðir. Tað er umráðandi, at allir spælarar kunnu haldast hvassir. Og eisini at spælarar fara frískir inn til fjórðingsfinaluna hósdagin.
Danir fara helst eisini at blanda kortini nakað. Teir hava sjálvandi ógvuliga góða breidd, og spurningurin er so, hvussu nógv teir leggja fyri.
Seinni dysturin hjá Føroyum í meginumfarinum byrjar klokkan 15.15 føroyska tíð. Portalurin er sjálvandi á staðunum og fylgir gongdini.
Dysturin kann stroymast á Youtube-síðuni "IHF-Competitions" - leinkja kemur seinni. Sum skilst verður dysturin eisini vístur á Viaplay
-------------------------------------
Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Danmark 4 stig *
2. Føroyar 4 stig *
---------------------
3. Frakland 0 stig
4. Rumenia 0 stig
*Víðari
Skráin í bólki III
Í dag, týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia
Í gjár, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
Føroyar - Frakland 28-27 (16-17)
Danmark - Rumenia 37-30
Føroyar hitta Noreg, Slovenia ela Eysturríki í HM-fjórðingsfinaluni. Tað verður greitt seinni í dag, hvørjum U21-dreingirnir skulu spæla ímóti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald