Fótbóltur

Danskur viðmerkjari: - Tað er jú vilt at Føroyar vinna á Fraklandi

Danska TV2 ger nógv burturúr føroyska HM-bragdinum í gjárkvøldið, og Bent Nyegard setur stór orð á. Júst Danmark og Føroyar spæla seinnapartin, har so at siga einki ítøkiligt er uppá spæl.

- Ein ferðmikil, orkuríkur og stríðshugaður háttur at spæla hondbólt uppá: Ein tjóð har flestu fjepparar og spælarar kenna hvønn annan og fegnast um upplivingarnar saman (Mynd: IHF/Kolektiff)

- Ein ferðmikil, orkuríkur og stríðshugaður háttur at spæla hondbólt uppá: Ein tjóð har flestu fjepparar og spælarar kenna hvønn annan og fegnast um upplivingarnar saman (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-24 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Tað liðið, sum Føroyar vinna á, er jú mannað av spælarum, sum skulu royna at koma á franska A-landsliðið næstu árini. Millum annað tí er úrslitið so merkisvert og stórfingið.

Tað er royndi danski hondbóltsviðmerkjarin og fyrrverandi venjarin, Bent Nyegaard, sum eigur orðiini. Føroyski sigurin á Fraklandi í U21 HM-endaspælinum, hevur givið endurljóð. Millum annað skriva íslendingar um sigurin, og hondbóltsáhugaðu danirnir leggja eisini merki til, at "fyri annað U21 HM á rað eru føroyingar í HM-fjórðingsfinalunum".

Heimasíðan tv2.dk dregur HM-toppskjúttan og komandi GOG-spælaran, Óla Mittún, fram. Nevnt verður, at hann gekk á odda við níggju málum og níggju uppleggum, tá Føroyar feldu fraklendingar. Eisini leggur TV2 dent á, at Óli sum bert 18-ára gamal, var við til EM-endaspælið hjá teimum vaksnu í fjør, har hann eisini var við at fáa "skelkandi stigi" móti Noreg.

Sí eisini: Níggju og níggju hjá Óla Mittún - verjuparturin var ótrúligur seinastu løtuna

Hoyr eisini júst Óla seta orð á stóru upplivingina: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman

[object Object]
Mynd: IHF/Kolektiff

Sí eisini: (Myndir): Tá knáu U21-menninir vunnu á Fraklandi

Rasmus Lomholdt Leth var staddur í Sveis til EM-endaspælið hjá kvinnum umboðani TV2. Hann var bergtikin av føroyska avrikinum í Basel og øllum kring føroyska liðið. Tíðindamaðurin nevnir hesu serstaku upplivingina og EM-stigið í greinini. Føroyskan hondbólt og háttalag lýsir Leth á hendan hátt:

- Ein ferðmikil, orkuríkur og stríðshugaður háttur at spæla hondbólt uppá: Ein tjóð har flestu fjepparar og spælarar kenna hvønn annan og fegnast um upplivingarnar saman.

[object Object]
Føroysku spælararnir og toymi fegnast saman við familjum og áskoðarum annars (Mynd: HSF)

"Gløgt er gestins eyga" kundi man sagt. Tað er í øllum førum í ein mun soleiðis, at føroyskur hondbóltur kann lýsast. Og avrikini halda á við at bergtaka.

- Tað er undurnarvert, at Føroyar aftur hava skapt eitt slíkt úrslit. Um tú setur tey bæði londini upp ímóti hvørjum øðrum, so er tað jú vilt (svakligt), at Føroyar vinna á Fraklandi, staðfestir Bent Nyegaard.

Sí alla greinina á tv2.dk HER - sum skilst er eisini prát á veg við Óla Mittún hjá dønum eisini

Danmark og Føroyar spæla um...einki serligt

Júst Danmark og Føroyar bresta saman í einum endaspæli seinnapartin.

Men dysturin, sum byrjar klokkan 15.15 føroyska tíð, hevur ikki meira at siga fyri londini enn so, at hann avgerð 1. og 2. plássi í bólkinum. Tað merkir nakað, í mun til stoltleika og eisini hvørjum man møtir í fjórðingsfinalunum (1'ari í okkara bólki møtir tvey'ara í bólki I og umvent)

Tað er tó so mikið lítil munur á styrki hjá Noreg, Slovenia og Eysturríki, sum í dag kappast um tey bæði plássini í bólki I, at føroyingar ikki hugsa so nógv um hetta: Man møtir tí, sum møtir í fjórðingsfinaluni: Í hesum partinum av kappingini eru øll liðini sterk. 

Heldur hugsa føroyingar longu um sjálva fjórðingsfinaluna hósdagin í tann mun, at spælarar, ið hava spælt heilt nógv, skulu sparast nakað í dag. Og aðrir skulu spælast heitir.

Hetta staðfesti Djóni Gaard Joensen beinanvegin í gjárkvøldið fyri Portalinum. Tað vil siga, at millum annað Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl fara at spæla millum lítið og einki móti Danmark.

Sí eisini: Djóni Gaard Joensen: - Tjóðskaparkenslan noyðist at bíða eitt sindur í morgin

---

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Danmark 4 stig *
2. Føroyar 4 stig *
---------------------
3. Frakland 0 stig 
4. Rumenia 0 stig 

*Víðari

Skráin í bólki III
Í gjár, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
Føroyar - Frakland 28-27 (16-17)

Danmark - Rumenia 37-30

Í dag, týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder