2023-08-10 09:57
Eiri Jógvansson Glerfoss rann við á danska liðnum, tá tað í morgun var innleiðandi kapping í 4x100 metrum.
Teir fýra á liðnum, sum umframt Eira Jógvansson Glerfoss, taldi Carl Bruce Aabo, Valentin Jensen og Hector Wandt, komu á mál sum nummar fýra við tínum 40,07 sekund, sum er danskt U20 met.
Hetta var nokk til at vinna pláss í finaluni.
Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum í gjár vann gull á 400 metrum, hvíldi í morgun, men skjóti kvívíkingurin verður møguliga við til finaluna, sum verður seinnapartin kl. 17:05.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald