2019-07-10 19:01
Hon luttók í 1500 metrum í gjárkvøldið, fyrrapartin á 800 metrum, og í kvøld 5.000 metrum. Rebekka Fuglø tykiskt full í orku, og í kvøld vann hon Føroyum bronsu.
Beinanvegin fóru Sarah Mercier úr Guernsey og Marina Olives úr Meonorca frá Rebekku og hinum. Rebekka tók tó skjótt triðja plássið og helt tað trygt allan teinin.
Rebekka Fuglø kom á mál sum nummar trý við tíðini 18:30.97.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald