
Eftir ógvuliga dramatisku seinnu hálvfinalurnar í Champions League var tað í kvøld tíð til, at finalistarnir í Europa League skuldu finnast. Tað vóru favorittarnir, ið komu víðari, og eins og í Champions League vóru tað tey bæði ensku feløgini, ið sigraðu.
Valencia fekk eitt útivallarmál á Emirates og hevði tí ein realistiskan møguleika undan seinnu hálvfinaluni á Mestalla. Heimaliðið kom eisini á odda tíðliga, men Aubameyang svaraði aftur. Tíðliga í 2. hálvleiki legði Lacazette Arsenal á odda 2-1 og 5-2 samanlagt, og so var avgjørt. Aubameyang fekk tvey mál afturat og harvið sítt hattrick, og líka so haltandi Arsenal hevur verið seinastu tíðina í Premier League; líka so sannførandi hevur liðið hjá Emery verið í Europa League.
(Aubameyang skoraði hattrick í Spania, tá Arsenal spældi seg í finaluna - Mynd: EPA)
Á Stamford Brigde tók tað næstan tríggjar tímar at finna finalistin. Eftir 1-1 í Týsklandi hevði Chelsea bestu kortini á borðinum, og Ruben Loftus-Cheek legði eisini heimaliðið á odda stutt fyri, at hálvur tími var leiktur. Frankfurt javnaði tó tíðliga í 2. hálvleiki, og næstu áleið 70 minuttirnar kom einki mál afturat. Tað var tískil neyðugt við brotsspørkum, og hóast Frankfurt byrjaði betri við trimum skoraðum á rað, og Azpilicueta brendi brotsspark nummar tvey hjá Chelsea, so vóru teir bláu omaná. Útiliðið brendi nummar fýra og fimm, og so sendi Eden Hazard Chelsea kaldliga í finaluna.
London-feløgini hittast harvið í finaluni, ið verður í Baku í Aserbadjan mikukvøldið 29. mai.
Seinnur hálvfinalurnar í Europa League
Valencia - Arsenal 2-4 (1-1) - Arsenal vinnur 7-3 samanlagt
Chelsea - Frankfurt 1-1 (1-0) - 5-4 eftir brotsspørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald