Oyggjaleikir 2019

Eitt drúgt setanarhald at minna okkum á at halda havið reint

Sí myndirnar tá oyggjaleikaleikirnir í Gibraltar vórðu settir.

Føroyski hópurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyski hópurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-06 22:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein springari er maskottur fyri oyggjaleikirnar á Gibraltar í ár. Hope eitur hann ella hon. Og vónin sum Hope sendir oyggjaleikafamiljuni er ein áheitan um at ansa eftir umhvørvinum serliga til havs.

”Clean Seas – Our Future” – Reint hav okkara framtíð – er leiðarorðið fyri hesar leikirnar. Og tilvitanin um at ansa eftir havinum merkti eisini byrjanarhátíðarhaldið í kvøld.

Talan gjørdist um eitt ógvuliga drúgt setanarhald við vindi og kulda. Ja, vit høvdu útsýni yvir til afrikansku strondina, men kortini skutlaðu nógvu áskoðararnir sær rundan um plássið, tí tað var kuldi í hvassa vindinum, sum kom innan av Atlantshavinum í dag.

Haldið byrjaði við, at eitt hernaðarorkestur, The Royal Marines and Gibraltar Regiment Band, spældi, so tað næstan var sum at vera til tatoo á Edinburgh Castle. Síðan marcheraðu øll ítróttafólkini inn. Vertirnir frá seinastu oyggjaleikunum, Gotlandi, fyrst og stóra liðið frá núverandi vertslandinum, Gibraltar, síðst.

Føroyski hópurin er millum teir stóru, men tó ikki eins stórur tó, sum hóparnir frá stóru bretsku oyggjunum Manoy, Jersey og í ár eisini vertslandið, Gibraltar, sum er umboðað í øllum ítróttagreinum.

Minsta oyggin í luttakaratali er ermasundsoyggin Sark – haðani eru bert tveir luttakarar, báðir skjúttar.

Finn Ludvig á odda
Á odda fyri føroyska hópin gekk leirdúgvuskjúttin Finn Ludvig við merkinum, og eftir hann kom 15 ára gamli svimarin Elisabeth Erlendsdóttir við serligu fløskuni við vatni úr Svartafossi, sum varð blandað saman við vatnið frá øllum hinum luttakandi oyggjunum í einum serligum brunni – hesaferð evnaður úr plastburturkasti, sum er funnið við strendurnar í Gibraltar.

Eftir at røður vórðu hildnar av umboðum fyri lokalu fyrireikararnar, høvuðsstuðulin, oyggjaleikanevndina og lokalu myndugleikarnar, trinu The Resycle Junkies á pallin, og góvu eitt sermerkt show við rútmum og dansi. Rútmurnar vórðu spældar upp á skrellispannir og junk (burturkast) Hugtakandi show, men eisini í hesum føri drúgt.

Hæddarpunktið var tá ’havsins trotning’ hábærsliga trein á pallin og minti okkum á týdningin av at halda havið reing og ikki halda fram við dálkingini, sum nógvastani er við til at týna lív í sjónum.

Tað var farið at myrkja áðrenn showið var liðugt. Men móti tá var lotið eisini slakað, og logn valdaði aftur við Miðjarahavsins strendur. Helst er ættin vend aftur, tí líðka og hiti var aftur at hóma í luftini tá kósin varð sett niðan móti býnum aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder