Danska landsliðið spældi enn ein góðan dyst í HM-endaspælinum á heimavølli. Hesaferð var tað frammanfyri stórari áskoðarafjøld í Herning. Eitt sermerkt var, at 24-ára gamli Jóhan á Plógv Hansen kom inn fyri fyrstu ferð í einum endaspæli.
Danir avgjørdu dystin í 1. hálvleiki. Leiðslan í steðginum var 19-10, og so líðandi í 2. hálvleiki skifti Nikolaj Jacobsen út á liðnum. Hetta gav millum annað møguleikan til Jóhan á Plógv Hansen, ið kom inn í hópin tíðliga í dag fyri Hans Lindberg. Føroyingurin kom inn, tá eitt stórt korter var eftir, og hann skoraði uppá sína fyrstu roynd, har hann var tryggur av høgra vongi. Málið útloysti stóran fagnað á danska bonkinum og í høllini
Í skjótálopið løtu seinni megnaði Jóhan á Plógv akkurát ikki at skora úr sera spískum, men hann fekk seinasta málið í dystinum, tá havnarmaðurin aftur var tryggur eftir góða fríspæling. Harvið endaði Jóhan við tveimum málum uppá tríggar skotroyndir. Hann gjørdi eisini vart við seg við einari skjótari og góðari fríspæling, tá hann sá møguleikan fyri einum mótálopi.
Eftir dystin segði Jóhan á Plógv Hansen við TV2, at hann ongantíð tora at droymt, at hann fór at spæla í einum HM-endaspælið, og at hetta var óbeskriviliga stórt.
Jóhan fær allarhelst aftur møguleikan at fáa HM-minuttir mándagin, tá Danmark og Saudi Arabia hittast.
Danmark - Tunesia 36-22 (19-10)
Hondbóltur
Eitt korter og tvey mál til Jóhan á Plógv Hansen í tryggum sigri
Føroyingurin á danska liðnum fekk sín fyrsta dyst í einum endaspæli á A-landsliðnum.
Jóhan á Plógv Hansen eftir eitt av sínum málum í kvøld (Mynd: EPA)
2019-01-12 20:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald